Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 86
94
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
rættiliga nágreiniligar, mugu vit halda, at eingi vindeygu komu
í suSursíðuna á hesum sinni.
Av roknskapinum fyri 1838 sæst, at tá er úthurðin á norðaru síðu
í forkirkjuni, men at ynskiligt er, at hon nú verður flutt suðurum,
soleiðis at sleppast kann undan kvistinum, ið er yvir hurðini, tí tað
lekur so illa um hann. 1 1841 verður hurðin flutt suðurum.20
Tað kann tykjast løgið, at teir, sum bygdu hesa kirkju, ikki settu
hurðina í vesturendan — so var kvistur heldur ikki neyðugur, eisini
sjálvt um endin var úr gróti, soleiðis sum nevnt verður um kirkjuna
frá 1724.21
T ekjan.
Fyrstu ferð, tekjan verður umrødd, er í 1729.22 Tá er kirkjan
takt við hálmi.
1 1804 og tvey tey næstu árini frætta vit, at eingin nævur er at fáa
við handilin. Av tí at tað tykist sum at long tíð fer at ganga til
nævur fæst aftur, verða teir í 1806 noyddir til at tekja við háimi.23
1 1818 verður kirkjan takt við nævur,24 og hereftir verður nævur
javnan keypt til ábøtur. Men í 1831 er tekjan aftur í so ringum
standi, at neyðugt er at tekja heilt av nýggjum. Undantikin er tó
tekjan yvir kórinum.25
Soleiðis sum tekjan verður umrødd í sýninum frá 1804, er einki
at ivast í, at tá liggur nævur á tekjuni. Tí má kirkjan verða takt
við nævur einaferð í tíðarbilinum 1729—1804. Óvist tó nær.
1 1843 verður sagt, at »Porkere Kirke er i god Stand«, og er
roknskapurin hetta árið váttaður av prestinum O. F. C. Jørgensen
í 1844. Fióast hetta, verður sagt í roknskapinum árið eftir, at
kirkjan er »gammel og brøstfældig«. Henda roknskap váttar nýggi
suðuroyarpresturin Andreas Djurhuus.
Tá kirkjan verður sýnað sama árið, meta sýnismenninir kirkjuna
at vera í so vánaligum standi, at tað beinleiðis er vandamikið fyri
fólk at fara undir at umvæla kirkjuna og harafturat ov kostnaðar-
mikið. Mæla teir tá til, at hon verður niðurtikin. Hesum játtar
Djurhuus, prestur, og sigur hann um kirkjuna, at »Den er gammel
og for liden for Menigheden«.26 Við próstasýnið sama árið verður