Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 90
98
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
Við hesum í huga, sammett við steinin við árstalinum 1777, og
at kirkja varð bygd í Porkeri í 1724, má ásannast, at aftan á hesi
fimti og trý árini, hevur kirkjan havt ymiskar ábøtur fyri neyðini,
ja, kanska hevur verið neyðugt at byggja nýggja kirkju.
Tað er nú vorðið greitt av tí, ið omanfyri er nevnt, at við teim
fáu skrivaðu Jieimildunum, vit hava í dag, ber ikki til í hesum íør-
inum beinleiðis at knýta tað skrivaða tilfarið saman við tað forn-
frøðiliga.
Hetta fær tí ta avleiðing, at um árstalið á steininum og søgnin
tala satt, so er greitt, at bygn. II er tann bygningur, ið reistur verður
í 1777, og bygn. III og kirkjan frá 1724 eru sami bygningur. Men
um so er, at árstalið í steininum bert vísir til eina høvuðsumvæling,
har gólvlaðingin í bygn. II verður nýtt aftur eftir umvælingina, tá
er harafturímóti bygn. II og kirkjan frá 1724 sami bygningur, men
bygn. III er tann kirkjan, ið lýst verður í nevndarálitinum í 1709,
og sum nevnt helst er bygd einaferð í 1600-árunum.
Hvørt sum er, meti eg, at hyggjuráðini fyri at greina hesar her
umrøddu vansar, eru framhaldandi fornfrøðiligar rannsóknir á
staðnum. Hetta verður tó neyvan í bræði.
Endi.
Við rannsóknini hevur eydnast at vísa á, at kirkjustaðurin í
Porkeri, í Kirkjumýri, er gamal. Leivdir av tveimum kirkjubygn-
ingum frá 16—1700-árunum eru funnar undir núverandi kirkju.
Hvussu gamal kirkjustaðurin er, kann av góðum grundum ikki
verða sagt, bæði tí at fornfrøðiligu leivdirnar ikki kunnu tíðarfestast
fyri vist, og eisini tí, at als ikki varð farið á botn á útgrevstrar-
økinum, har leivdir eftir uppaftur eldri virksemi á staðnum komu
til sjóndar.
I hesum sambandi er vert at nevna, at ta tíð, vit vóru á staðnum,
varð tað okkum greitt, at leivdir eftir virksemi av fólki eisini vóru
at síggja á økinum uttan um kirkjuna. Hvørja ferð ein grøv verður
grivin í nýggjara parti av kirkjugarðinum, vestan fyri kirkjuna, og
sum ikki var umgrivin, áðrenn hann varð tikin í nýtslu, koma menn
fram á brent, hitasprongt malargrót. Ikki bert inni á sjálvum kirkju-
garðinum, men eisini uttan fyri hann, niðri f mølini fyri sunnan,