Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 210
218
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
mánaSin teir mánaðir, tey sigldu (Den kgl. enehandel pa Færøerne
1709-1855).
Men umframt hetta lógliga handilssamband hava verið nógvir
aðrir sambindingarliðir.
Sjórænarar.
Teir spøkja uppi í nógvum gomlum frásøgnum, men líkt er til, at
nakað nógv er avgjørt. Claussøn Friis (1881) nevnir í frásøgn sínari,
sum Føroyum viðvíkjandi er skrivað longu í 1592, at sjórænarar eru
føroyingum til miklan skaða, men at fólk flýggja niðan í fjøllini,
so nakað samband millum teir og føroyingar man vera ivasamt. An-
dersen (1895) metir, at ein atvoldin í, at føroyingum gekst so illa við
egnum handli fyrst í 1570-unum, mundu vera sjórænarar, eins og teir
gjørdu, at Magnus Heinason fekk loyvi til at manna vápnað skip.
Hvørki í bók síni um Noreg 1567-1570 ella i Liber Bergensis Capituli tykist
Absalon Pederssøn (1858, 1860) við einum orði at nevna sjórænarar ella, at Jens
Riber rýmdi undan teimum, hóast hann fleiri ferðir hevur hendan mann á orði.
Hann sigur bara: »som var kaldet derfra og til Stavanger*. Tá ið Lucas Debes
(1673) hundrað ár seinri skrivar, at sjórænarar, bæði »franske, iriske og engelske«,
íðuliga hava gjørt seg inn á føroyingar, er helst ov nógv avgjørt. Tá ið saman
um kemur, er um sjórænarar burturav ikki stórt søguligt um at halda uttan
álopið á handilin í Tinganesi í 1579 (skotin Klerck), at Jørgen Dae hongdi
sjórænarar í Vestmanna í 1615 og turkaálopið í Hvalba. Andersen (1895) nevnir,
at høvuðsmenninir á skipum Daes skuldu forða bæði fremmandum fiskimonnum
og sjórænarum í kongsins sjógvi, bæði turkum, írum, skotum, fransum og dun-
kerquearum, sum vóru nógvir rundan um Føroyar fyrst í 17. øld. Kendast er
sjálvandi turkaálopið í Hvalba í 1629 (tvey stór skip við 500 monnum úr
Algier), har teir rændu, drópu og fóru avstað við 30 fólkum, sum ongantíð
spurdust afturíaftur. At teir neyðtóku konufólk er ikki nevnt, men at teir skóru
bróstini av eini konu (Jakobsen 1925). 1 søgnunum um Hargarbrøðurnar og Jansa-
guttarnar verður sagt frá írum5 (i seinru søgnini verða eisini nevnd fransaskip).
Hetta má — miða vit okkum eftir Jakobsen (1904) og Degn (1945) — helst hava
hent u. 1. 1600 (smbr. Enni 1979). Zachariasen (1959-61) metir sjórænararnar við
Føroyar at minka eftir 1630. Tó sæst eingilskur kapari6 at hava søkt eingilskt
skip á Hvalba í 1643, hálendskt skip kemur í 1662 inn á Havnina undan portugis-
iskum kapara, og í 1667 eltir irskur kapari tvey hálendsk skip, ið eisini leita sær
skjól á Havnini (Beenhakker 1979). Annað skipið fekk tó bót. So kanska hava
»sjórænarar« og »kaparar« verið nýttir til undanførslu, tá ið sakarmál tóku seg
upp. 1 1677 gjørdu fransar landgongd í Havn, rændu og brendu.