Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 343
Trúgv og siðir i sambandi við neyt
351
visti ikki, hví tey gjørdu tað«.101 Saltið var nýtt til »at ganda úr
aftur« við.102 Eisini verður sagt, at um mjólk fór í eimin, so skuldi
man ikki gremja seg um tað.103 Úr Oyndarfirði er ein heimild sum
sigur, at fólk plagdu at taka til, tá mjólk fór í eimin: »Hann tystir,
ið undir er«.104 Annars verður sagt, at »tá tey gjørdu ketilost, stoyttu
tey eitt sindur av mjólkini niður i hvørt hornið av grúgvuni til at
leska tær tystu, ið undir vóru« (Weihe 1938:84). Hetta var annars
ikki vanligt, tí sum áður sagt frá, skuldi kúgvin sleppast, um mjólkin
fór í eimin. Men her hevur tað verið øðrvísi. Men annars hevur tað
verið so, »tá tann sum kom at mjólka kúnni, kom at stoyta nakað
niður, mátti hon siga: »Hatta tørvaðist teimum, ið undir vóru«. So
fingu tey mjólkina aftur seinri« (Weihe 1938:78). Úr Sørvági verður
sagt, at »mjólk av fyrsta máli, hvørja ferð kálvaði, varð koyrd á
gólvið til veittrar og onnur vesin«.105
»Spírstunga, ring eygu o. t. — Tað er gomul søgn, at »steinur brestur fyri
mannatungu«, og trúgvin á spírstungu og á týdningin av »at hava orðið á« er
so livandi hjá okkum øllum, at tað ikki er neyðugt at gera langt av um hetta
evni. Fremmand fólk skulu ongantíð síggja niður í mjólkarbiðið; summastaðni
hava mjólkingargenturnar biðið undir svintuni« (Matras 1924:183).
Soleiðis skrivar Christian Matras í Varðanum í 1924. At tradi-
sjónin um spírstungu og ring eygu ikki er burturdottin, sæst av, at
tað úr øllum teimum bygdum, har savnað varð í 1967 og 1968,
verður sagt, at eingin mátti síggja niður í mjólkarílatið. Serliga máttu
summi fólk ikki síggja niðurí.106 Sagt verður, at mjólkingarkonan
hevði fyriklæði107 ella høvuðturriklæðið108 niður yvir mjólkarílatið,
fyri at eingin skuldi síggja niður í mjólkina. Tað vóru ring eygu og
spírstunga, sum fólk vóru bangin fyri. Tað verður greitt frá einum
bónda, sum hevði verið á Royndarstøðini í Hoyvík, har hann hevði
lagt til merkis, at tey einki løgdu oman á mjólkarálatið. Tá hann kom
aftur og »segði teimum gomlu, at so varð ikki gjørt í Hoyvík (t. e.
lagt oman á biðið), vóru tey ovfarin*.109 Tey illu eyguni kundu
skaða kúnna so hon geldist ella doyði:
»Tey skulu ikki lata alt koma fyri fólkaeygu. Einaferð fingu tey inni á
Nesinum ein kálv undan kúnni hjá okkum. Henda kúgv var so góð, at Martinius
plagdi at siga, at tey gjørtu ketilost, áðrenn hon kálvaði. 011 høvdu á orði,
hvussu góð hon var — og hon small niður, sum hon stóð — av nýrabetendilsi.
Tungurnar vóru so ringar hjá nógvum. Einaferð var tað inni hjá systur í