Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 89
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
97
i5 sum áður nevnt »er vel en gammel Bygning«, sí bls. 90. Henda
kirkja kann tí vera bygd einaferð í 1600 árunum.
í lýsingini frá 1729 stendur, at í 1724 er ein kirkja bygd, sí bls.
90. Uttan iva verður kirkjan frá 1724 bygd í staðin fyri hana, ið
umrødd er í nevndarálitinum.
Men hvussu so? Verður kirkjan frá 1724 standandi heilt til 1847,
tá núverandi kirkjan verður bygd? Ella kunnu vit líta á tað, ið
søgnin sigur um steinin við íhøgda árstalinum 1777, at tá er ein
nýggj kirkja bygd?
Tó, um hugt verður at teim skrivaðu heimildunum, ið varðveittar
eru, er so nakað í teim upplýsingum, tær geva um kirkjur har á
staðnum, ið kundi bent á, at nýggj kirkja veruliga er bygd í 1777?
Undir viðgerðini frammanfyri, bls. 92, av teim skrivaðu heimild-
unum, er nomið við nakrar ávísar bygningapartar, ið hava verið
fyri ymiskum broytingum í seinna helmingi av 1700-árunum. Her
er nevnt, at tað, at einki hoyrist um hesar broytingar, stendst av,
at einki skrivað tilfar er til longur frá hesum tíðarskeiði. Tað er
hugsandi, at hesar broytingar standast av eini nýbygging einaferð
í nevnda tíðarskeiði, t. d. í 1777. Men tað er tó ikki avgjørt neyðugt
við eini nýbygging fyri at fáa hesar broytingar framdar. Tað kunnu
eins væl hava verið umvælingar. Tá ið hurðin varð umrødd, bls.
94, varð sagt, at í 1838 hevur vesturendin helst verið grótlaðaður.
Ein kundi so spurt, um hetta er sami grótveggur, ið nevndur verður
í lýsingini frá 1729, og sum enn stendur uppi? Heldur ikki hesum
spurningi ber til at svara.
Samanumtikið má sigast, at vit við upplýsingum úr teimum skriv-
aðu heimildunum, ið varðveittar eru til dagin í dag, ikki fáa
prógvað, at verulig nýbygging er farin fram í Porkeri í 1777 ella
í seinasta helmingi av 1700-árunum yvirhøvur.
Eitt annað er so, hvat vit vita aðrastaðni frá úr Føroyum um,
hvussu leingi kirkjurnar í 1700-árunum vanliga hava staðið. Prest-
urin Landt, ið var í Føroyum í 1790-árunum, sigur t. d. í bók síni
um Føroyar, har hann hevur stutta umrøðu av kirkjunum, at við
góðum eftirliti kunnu kirkjurnar standa í 60 til 80 ár, hóast tað
í hesum tíðarbili er neyðugt við ymiskum ábótum.31 Hetta tíðar-
bilið samsvarar at kalla eisini við tað, vit t. d. vita úr kirkjurokn-
skaparbókunum fyri Sands kirkju.32