Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 201
Fleyggjarsteinur
209
er at meta um ættina viS at hyggja upp á luftina. Tað er tó mangan
so klárviðrað, at einki rák sæst á luftini, og í Kirkjubø er so háttað
á eysturættum, at hann kastar rangt, so niðri í bygdini er ofta illa
metandi um ættina, men uppi á Skorunum, har sum Fleyggjarsteinur
stendur, er javnari vindur. Men tað, sum meira munar, man vera
tað, sum siður er, tað, ið kent er aðrastaðni. Soleiðis eru »veður-
hanar« nú á flestum kirkjuspírum her í Føroyum, ein siður komin
uttaneftir, uttan at tørvurin man vera so stórur á tílíkum. í »biskupa-
tíðini« var lívligt samband við Bjørgvin; har vóru føroyingar
heimakunnigir, og haðan komu mangir av klerkunum, ið høvdu sæti
í Kirkjubø, og teir mundu vera tíðir gestir í Bjørgvin. Einki løgið
skuldi verið í tí, at teir vildu hava »flaug« uppi á Skorunum beint
yvir biskupsgarðinum, tí teir vóru vanir at hava veðurvitan á tí
fjalli, sum nú eitur Fløyfjellet í Bjørgvin, sær dagliga fyri eygum.
Minni um hetta man sum nevnt ana í søgnini um merkið, ið biskupur
setti á Fleyggjarsteini. Søgnina hava vit frá Jóannesi bónda. Ætlandi
er hann fyrstur í nýggjari tíð at seta merki á Fleyggjarsteini. Fiug-
skotið man hann hava fingið úr søgnini. Fortíð og nútíð møtast í
hesum vakra siði á hátíðarligan og hugvekjandi hátt.
BÓKMENTIR
1. Føroya sosial-demokratur 1946, nr. 31. Endurpr. í Varðanum 25, 116. Tórsh.
1946.
2. M. A. Jacobsen og Chr. Matra: Føroysk-donsk orðabók. Tórsh. 1927-28.
3. M. A. Jacobsen og Chr. Matras: Føroysk-donsk orðabók. 2. útg. Tórsh. 1961.
4. M. A. Jacobsen og Chr. Matras: Føroysk-donsk orðabók. Eykabind. Tórsh.
1974.
5. Sverre Patursson: Nátin. Varðin 23, 17. Tórsh. 1944. Endurpr. í »Fram við
Sugguni«. Tórsh. 1971.
6. Leiv Heggstad o.a.: Norrøn ordbok. 3. utg. Oslo 1975.
7. Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder XI, 549. Kbh. 1966.
8. Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder XX, 91. Kbh. 1976.
9. Jørn Sandnes og Ola Stemshaug: Norsk stadnamnleksikon. Oslo 1976.
10. Amund Hellland (útg.): Norges land og folk. XIII Bergen, 80. Kristiania 1916.