Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 217
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
225
tvey á Hvannasundi og tvey á Nesi, í 1729 fleiri, bæði á Fuglafirði og undir
Skúvoynni — teirra millum ein hvalastingari — og eisini á Klaksvík og Sørvági).
í 1710 liggur ein hálendskur indiafari langt skifti norðuri við Streymin. West
(1979) sigur frá, hvussu allir sýslumenn í 1740 vórðu stevndir til Havnar til at
geva eiðsvorin svør loynihandlinum viðvíkjandi. Bara hálendskir hokarar,10 eini
60 tons til støddar og við 12-16 monnum hvør, plaga at koma undir Føroyar at
fiska og handla. Teir komu helst inn á Klaksvík, Hvannasund, Funnings- og
Fuglafjørð, Sørvág, Sand, Trongisvágs- og Vágsfjørð. Lógu bert fáar dagar í
hvørjum staði og handlaðu mest við tubbaki og brennivíni fyri hosur. Skipini
broyttu navn havn úr havn, so tey kundu tykjast vera fleiri, enn tey vóru. Men,
siga sýslumenninir, tey eru bara fá, og hetta árið hevur bara verið eitt skip.
Árið eftir fór hálendskur hokari á land í Islandi. Umborð vóru 7000 pør av
føroyskum hosum! (1 1770-unum verður útflutningurin av føroyskum hosum
gjøgnum kongliga handilin mettur at hava ligið um 80.000 pør um árið (Den
kgl. enehandel pa Færøerne 1709-1855)). — Frá seinru helvt av 18. øld eru ongar
frásagnir, men helst hava hálendsk skip regluliga vitjað Føroyar eisini hesi árini,
tí Islands-ferðirnar komu í hæddina um 1760. 1 1803 er hálendskt fiskiskip á
Havnini, í 1814 ein hálendsk kuff,11 ið rýmdi undan svenskum kapara. Annars
minkaði hálendska fslands-siglingin eftir 1806 burtur í einki, og sambandið við
Føroyar var øldina út lítið. Tó fiskaðu enn í 1870 nøkur hálendsk skip undir
Føroyum.
Loynihandilin hevur staSið viS, til fríhandilin kom. Annaðhvørt
munaðu tey tiltøk, ið gjørd vóru til at forða fyri honum, einki, ella
embætismenninir í Føroyum hava av ringum royndum latið um seg
fara (ella teir vóru, sum Løbner kommandantur, beinleiðis uppi í
honum). So seint sum í 1826 skrivar amtmaðurin, tá ið hann ber í
bøtuflaka fyri Jóhan Hendrik Weyhe, at handil við fremmandar fer
fram í flestum bygdum í Føroyum, at ein nøgd av ullvøru á henda
hátt verður flutt av landinum, og at enntá í Havn eru fleiri, mest
at siga almennar, útsølur av bannaðum og innsmuglaðum vørum. Og
alt hetta hendir, uttan at nakar talar at, tíansheldur verður ákærdur.
Ein grundgevingin fyri at lata amtmannin fáa »Thorshavn« var, at
hetta skip kanska kundi avmarka »tann støðugt vaksandi loynihand-
ilin við fremmand skip ... norðmenn smæðast ikki fyri alment her á
keypskálanum (Børsen) at tryggja skip og førningar til Føroya; vit
hava eisini hoyrt borið upp á mál um føroyskar ullvørur, sum
hálendskum skipum er loyvt uttan avgjald at flyta inn til Hálands«
(bræv frá handilsstjórnini í 1824 til amtmannin). — So seint sum í
1844 verður sagt (í reglugerðini til skiparan á donsku fiskiroyndun-