Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 111
Faroiska folksagor upptecknade efter 1950
119
at finna liesa gentu, sum hann vildi so vist hava til drotning sína á kongs-
slottið og læt sóknast inn í hvørja holu og hvønn ein krók, ið henda genta
mátti hava goymt seg. So komu teir eisini har, ið Krákudóttir búði. »Nei, har
var eingin genta«, søgdu tær báðar systrarnar, ið passað hevði skógvarnar fyrr.
»Jú«, søgdu teir, ið leitaðu, »her er onkur onnur inni«. »Nei«, segði stjúk-
mamman, »einki uttan eitt vesalavætti, ið altíð situr og grevur í øskuni sum
ein øskudólgur«. — »Ja, latið meg tá fáa at síggja hana«. Og tað mátti henda
ónda stjúkmamma til, so illa hon vildi, og so fekk gentan boð at vaska og
pynta seg og møta upp hjá kongasoninam, og hon so fekk gjørt, tí tær tordu
ikki nokta henni tað fyri kongsins boðum, og so kom hon uppskrýdd fyri kongs-
sonin, ið kendi hana í somu stund og setti gullskógvin á fót hennara, henda lítla
fitta yndisliga genta, ið var so smæðin og góð. »Ja«, segði kongasonurin, »tú
ert tann fitta, vakra genta, eg sá koma í kirkjuna, ið eg kundi síggja hevði eitt
so gott og reint hjarta saman við vakra andliti tínum, og tú skalt nú blíva
kona mín og verða drotning á slottinum og hava tað so gott, so gott hjá mær,
konginum sjálvum*. Og henda gentan bleiv so glað, so glað, tí kongssonurin
var so vakur og góður. Men stjúkmamman og systrarnar, tær brustu so allar
3 av harmi, sum honum gengst, ið illa livir fyri øvundsjúku. —
»Alt gangist tær væl í lag, í hvar tú fert og ert«, segði gamli maðurin við
Krákudóttur, og hon gjørdist so glað, at hon hevði hjálpt onkrum, ið hevði
tað ringt.
Aftur møtti hon hesi somu ær, sum hinar stjúksystrarnar høvdu møtt og
einki hjálpt. »Mæ-æ-æ«, segði ærin, »kom og hjálp mær«. »Ja, eg skal koma
beinanvegin«, og hon so gjørdi, og ærin varð hjálpt. »Alt gangist tær væl i lag«,
segði ærin og var so glað, so glað, og gentan við. (Ja, kúgvin, hon var fyrst
enn ærin — men sama kann gera). Hon fekk eisini somu hjálp, og øll vóru so
glað, so glað, men allarmest var gentan glað og hinar systrarnar óglaðar og
illfýsnar, sum tað altíð gongst honum, ið ikki vil gleða ein annan.
4. Tann kolluta muan ella Mua kodd.
Tað var einaferð ein smádrongur og ein smágenta, tey fóru at reka eina
kolluta kúgv, men so kom mjørki á tey, og tey viltust burtur og funnu ikki heim
aftur til mammuna. Gentan var í tuflum og fór at gráta, tí hon fann ikki
mammuna aftur, og datt í eitt runudíki og misti tufluna av øðrum fótinum og
græt so sárliga eftir mammuni. »Grát ikki«, sigur beiggin, »beiggin skal finna
tær tufluna aftur«. (»Tuffi tuffi atte« plagdi lítli sonur mín siga, tá eg for-
taldi fyri honum hesa søguna). Og so fann beiggin »tuffi tuffi atte«, og so fóru
tey at ganga, og mjørki var, kavtroðið í mjørka, so tey funnu einki hús aftur,
men gingu og gingu, inntil tey komu til eitt hús takt við pannukøkum, og tey
vóru so glað, og so fór drongurin upp á tekjuna at taka sær pannukøkur, men
gentan vildi sleppa upp á tekjuna við. »Nei, nei«, segði beiggin, »kom ikki, tað
er so veikt, takið«. Og so setti hon seg at bíða undir ein stein; nú drongurin
skavast uppi á takinum, nú letur í kjallaranum: »Fjørið mítt, fjørið mítt,