Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 226
234
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
landinum uttan í samráS viS yvirvaldiS — ta seinastu tíSina viS
amtmannin (Nolsøe 1955). At føroyingar kortini hava ferSast —
uttan loyvi — viS útlendskum skipum, man lítil ivingur vera í. 1
1631 fær funningsmaSur bót, tí at hann var farin til Bretlands at
vitja konubróSur sín, sum búSi har. Slíkt bar tó helst bara til hjá
heldur ókendum fólkum. Lucasi Debes eydnaSist ikki í 1671 at sleppa
av landinum viS hálendskum skipi, sum lá á Havnarvág á leiS til
Hálands. f 1698 er Niels Zachariasen av EiSi staddur í Keypmanna-
havn, tá iS hann verSur formaSur á vaktarskipinum »Justitia«. Tá
iS Hvalvíkingar og skiparin Hansen søkja um skip í 1791, eru teir
staddir í Keypmannahavn. í 1806 fer Jákup í Toftum viS Nólsoyar-
Pálii at ferSast til Keypmannahavnar — hann sigur taS bara vera
stuttleikaferS, har hann á hvørjum degi gekk og spákaSi í býnum.
DíSrikur á Skarvanesi — ein heilt ókendur 26 ára gamalur kollfirS-
ingur — fer á sumri 1828 til Keypmannahavnar í ókendum ørindum
(Joensen 1970). So meinbogarnir fyri at ferSast hava tá valla veriS
stórir, áttu fólk fyri farseSil og innivist. f 1847 eru tveir EiSismenn
staddir í Keypmannahavn at keypa jaktina »Neptunus«. Og seinri
(1852) hava teir á ferS til Hull ferSafólk viS sær. Hetta eru bara
dømi. Tættar hava ferSingarnar valla veriS hjá vanligum fólki. (Men
nógv høvdu vit fingiS at vita um hetta, vórSu »Extract af udfær-
digede Rejsepas ved Landfogden paa Færøe« miSvíst kannaS. Mær
vitandi er tílíkt arbeiSi ongantíS gjørt).
Fólkaflyting.
Av stórum týdningi hevSi taS veriS at fingiS gjørt sær eina mynd
av, hvussu munandi innflytingin av fremmandum fólki til Føroya
hevur veriS frá elstu tíSum (her verSur ikki hugsaS um beinleiSis
landnám). Men taS man vera torført og tykist enn ikki at vera gjørt.
Her verSur hugsaS um fólk, sum higar komu í onkrum ørindum,
fingu starv og annaShvørt búsettust ella fóru av staS aftur, tá iS ein
tíS var umliSin. Eisini er taS av týdningi at fáa iS hvussu er ein
hóma av, hvussu nógv fólk úr Føroym eru flutt burtur (at læra,
ganga í skúla, lesa ella tæna), langt ella stutt tíSarskeiS, men sum
eru afturkomin at búgva.
Fútar (og vetrarfútar), vita vit, ferðaðust á hvørjum ári. Teir vóru mest dansk-
ir, og løgdu, fleiri teirra, frillubørn eftir seg. Teir hægru menninir við handilin vóru