Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 286
294
Tinganes 1673
eingin búseting verið í Havn, fyrr enn tey fyrstu handilshúsini
vórðu bygd. Tað fólk, sum tá settist niður í Havnini, var ognarleyst
og hevði so statt ongan tilverumøguleika í vanliga føroyska samfel-
agnum. Tilvera teirra var grundað á tað arbeiði, sum fáast kundi
við handilin, og seinri við verjuna, umframt tað, tey kundu vinna
sær við útróður og við ullarvirking. Vegna ófullfíggjað keldutilfar
vita vit tó sera lítið um ta elstu søguna hjá handlinum og Havnini.
Men tá ið skrivaða keldutilfarið í 17. øld gerst ríkiligari, finna vit
ein bý býttan í tvíningar. Úti á Tinganesi er rættur og fyrisiting við
húsum løgtingsins, fútahúsum og fútans leigubúð, har er handilin
við sínum pakkhúsum og sethúsum keypmansins, og har er kirkju-
valdið við kirkju, skúla og frá uml. 1630 prestagarði. Alt hetta verður
av trygdarorsøkum innigirt í tí skansanum, sum bygdur varð tvørtur
um reynið innan fyri Reynagarð. Innan fyri Tinganes, báðumegin
ósan og út gjøgnum Gongina, finna vit sethúsini hjá vanligu borgar-
unum, teimum sum tæna skuldu stovnunum úti á Tinganesi.
Seint á kvøldi tann 30. januar 1673 kom eldur í keypmans-
stovuna á Tinganesi. Á loftinum lógu 150 pund av krúti, sum
sprongdist, og tað festi í grannahúsini við tí úrsliti, at meginpart-
urin av teimum bygningum, sum á Tinganesi vóru, brunnu í grund.
Keypmaðurin varð ákærdur fyri at hava ábyrgdina av eldsbruna-
num, og menn hava eftirsíðan havt illgruna um, at keypmaðurin
við vilja hevur sett eld á fyri at forkoma handilsbókum sínum, sum
kundu havt prógvað óregluliga virksemi hansara (Andersen 1895:
300). Vit vita lítið um rættarmálið móti keypmanninum, tí hann
var farin av landinum, áðrenn hann varð stevndur og sýtti fyri at
møta á løgtingi. Kanska er málið tí komið fyri rættin í Keyp-
mannahavn. Her var tó ikki ætlanin at kanna øll viðurskifti í sam-
bandi við eldsbrunan, men heldur at kanna eftir, hvat tað keldu-
tilfar, vit hava um eldsbrunan, kann siga okkum um, hvørjir
bygningar vóru á Tinganesi undan eldinum, og hvar teir stóðu.
Vitan okkara um húsaviðurskiftini á Tinganesi undan eldsbrun-
anum stava frá húsasýnum í 1619—20, 1627 og 1670, og vitnisfrá-
greiðing, sum keypmaðurin gav um eldsbrunan á løgtingi í 1673,
áðrenn hann fór av landinum. Hetta tilfar er alt at finna í ting-
bókunum, har spjaddar umrøður av ymsum húsum ymsar tíðir