Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 195
Fleyggjarsteinur
203
ið er mátað 1895 og teknað 1899, er hann nevndur Bispasteinur.
Á kortinum í støddini 1:100000, útgávuni við donskum og dansk-
aðum nøvnum 1915, stendur hann at eita Bispesten. Á kortinum í
somu stødd og frá sama ári við føroyskum nøvnum er navnið aftur
Bispasteinur, og tað hevur verið á øllum útgávum uttan teirri sein-
astu, frá 1978. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum var biðin
um at endurskoða nøvnini, áðrenn hetta kort varð prentað. Deildin
mælti til at seta tað algongda og einasta navnið, ið er livandi á
manna munni í Kirkjubø, t.e. Fleyggjarsteinur, í staðin fyri tað
ókenda navnið Bispasteinur, men tá ið til stykkis kom, kom hvørki
navnið við!
Nú er at hyggja at elstu skrivaðu heimildunum um hesi nøvn, sum
eg havi funnið, umframt nøvnini á kortunum. Geodætisk Institut í
Keypmannahavn hevur verið so stórtøkið at lata Fróðskaparsetri
Føroya tvítak av elstu staðanavnauppskriftunum í sambandi við
uppmátingina av Føroyum, sum »Generalstaben« gjørdi. Navn okk-
ara er har uppskrivað í 1895 sum Fleggjastein, men niðriundir stendur
í klombrum (Biskopstenen). Á teigi høgrumegin á hesum navnalistum
hevur »málkønur« maður roynt at danska føroysku staðanøvnini
so langt, sum til hevur borið, ofta við heldur margháttligum úrsliti.
Eisini roynir hann, til tess at hava nakað á at byggja í danskingar-
royndum sínum, at upprunagreina nøvnini. Navnið Fleyggjarsteinur
hevur hann roynt at seta í samband við føroysk orð, sum hann
kennir. Har stendur: »flýggja (udt. fludja) = flygte; flykkjast (udt.
flitjast) flokke sig. Opt(ages) vist bedst i dansk Form, hvis (det)
opt(ages).« Úrslitið av hesi tilráðing er, at navnið »Fleggjastein«
er útstrikað og somuleiðis klombrini um »Biskopstenen«. Men sum
nevnt, hevur ikki verið tikið eftir, tá ið kortini vórðu gjørd. Veturin
1914-15 skrivaði Páll Patursson (1894-1967) upp staðanøvnini í
Kirkjubø fyri ungmannafelagið Sólarmagn. I savni hansara, sum er
í varðveitslu á Fróðskaparsetrinum, stendur sum nr. 97: »Fleggja-
steinur — eisini nevndur bispasteinur.« Páll skrivar søgur og sagnir
um fleiri av nøvnunum, men um hetta skrivar hann einki.
Navnið Bispasteinur man ikki vera komið av ongum, tó at tað
helst ongantíð hevur verið livandi navn á hesum steini, til tess er
sniðið á fyrra navnliði ov ungligt, sbr. staðanøvnini Biskupsstøð og