Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 105
Fároiska folksagor upptecknade efter 1950
113
1. Revurin og kellingin
Einaferð var tað ein revur og ein kelling, tey fóru at karða og spinna.
Revurin skuldi karða, og kellingin skuldi spinna. Men revurin hann var so
ódrúgiligur við karðan; tá ið hann hevði karðað nakað, so blakaði hann karð-
arnar og fer út. Og hann er góða løtu burtur, og so kemur hann aftur. So sigur
kellingin við hann: »Hvar hevur tú nú verið?« »Handan á«, sigur hann. »Hvat
hevur tú gjørt har?« »Doypt eitt barn.« »Ná, hvussu eitur tað?« »Oman av
kolli.« »Undarligt navn, undarligt navn.« Nú var tað soleiðsna, at kellingin
hevði eina tunnu av smøri standandi í hjallinum, og hetta visti revurin av. Hann
hevði fingið gott eyga til hetta smørið, og hann var so farin út í hjallin og etið
tað ovasta av tunnuni, og tí kallaði hann tað barnið fyri: Oman av kolli. Men
hann hevði ikki karðað meir enn eitt sindur, so kastar hann frá sær aftur og út
aftur, og so kemur hann aftur, sleikir sær um kjaftin. »Hvar hevur tú nú verið?«
spyr hon. »Eg havi verið handan á.« »Hvat hevur tú gjørt har?« »Doypt eitt
barn.« »Hvussu eitur tað?« »Mitt um miðju.« »Mitt um miðju? Undarligt navn,
undarligt navn. Far nú aftur og karða.« So fór hann aftur at karða, men ikki
er so leingi, so tveitir hann karðarnar aftur og so út aftur. Og hann kemur inn
aftur, sleikir sær um kjaftin, sigur kellingin: »Hvar hevur tú nú verið?« »Eg
havi verið handan á.« »Hvat hevur tú gjørt har?« »Eg havi doypt eitt barn.«
»Hvussu eitur tað?« »Etið alt.« »Etið alt? Undarligt navn, undarligt navn.«
Nei, nú fær hon illtankar til . . . .: »Bara hann ikki hevur verið eftir smør-
tunnuni hjá mær.« Hon fer út í hjallin. Nú er alt etið úr tunnuni hjá henni,
og nú er hon rúkandi óð. »Nei,« sigur hann, »ver ikki ill við meg. Eg skal lata
teg fáa nógv síl.« Kellingin var so grúiliga óð eftir síli. Tað var tað besta, hon
fekk, tað vóru síl. Men tað var kavi, og gler var í ánni, og men so vóru einkult
hol í ánni allíkavæl, sum tey sóu niður í vatnið. »Hvussu skulu vit fáa nøkur
síl?« sigur hon, kellingin. »Jú, tú skal seta halan á tær niður í eitt av hesum
holunum, sum eru í glerinum, og so koma tey at tagra (!) seg á, tí tey eru svong
nú. Nú, ið frost er, nú er lítið at fáa at eta hjá teimum.« Og hon var so,
og hon setur seg so niður og koyrir halan niður í holið. Og tað er so skjótt, áin
rennur har, og hon følir, tað rykkir í, nippar í, og halin hann frystir fastur í
isin har niðrií. Og hon vil sleppa upp aftur. »Nei, nú tími eg ikki ....« »Jú,
sit eitt sindur aftrat.« Og so bleiv hon við at sita, men tá ið hann heldur, at
hon er ordiliga fryst føst, so biður hann hana reisa seg upp. »Ja, nú haldi eg,
at tú hevur fingið nokk av sílum á, nú kanst tú reisa teg.« Og hon skal reisa
seg, nú er hon føst. Og hann biður hana bara taka og skrykkja á, tí at tað eigur
at og tað er tí, at tað er so tungt fyri hana: »Sílini eru so nógv, tú orkar
ikki.« Og hon tekur ódnartak á seg, men hvat? Nú slitnar halin burtur úr henni,
og hon fer at bløða og fer eftir høvdi niður í eitt annað hol og doyði niðri
undir glerinum har. Sloppið var hjá revinum. Glaður var hann.