Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 335
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
343
áhugavert, tí í teir 8 dagarnar, sum kúgvin stóð á oskbási var hon í
vanda. Trøllkonur kundu koma á hana og ill eygu ella ringar tungur
kundu hótta hana o. s. fr. Oskamjólkin var eisini sterkari, ikki bert í
smakki, men eisini í megi, enn onnur mjólk. Kúgvin var í váða,
meðan hon stóð á oskbási. Tað var so nógv, sum ein skuldi geva
gætur. Tann, sum tók kúgv á oskbási, skuldi mjólka henni teir fyrstu
8 dagarnar.28 Tað var ógvuliga umráðandi, at einki slit ella íhald var
í nøkrum hesar dagarnar, soleiðis skuldi einki berast út úr húsinum
ella úr fjósinum, einki mátti lænast úr húsinum »fyri ikki at bera
eydnuna út«.27 Ikki máttu tey lata lív (eld), um onkur kom at biðja,
»ikki bróta legg, ikki snerkja skræðu, ikki koyra øsku út, altíð skuldi
okkurt hanga á skerðingi (er ikki pottur ella ketil, so spjørr og
annað), aldri má alt verða tikið upp úr soðnum, altíð biti eftir«.28
»Kom onkur at læna, umbóru tey seg upp á allar mátar — søgdu
einki var. Summi høvdu fragd í at senda onkran at læna«.29 Tað var
ein hópur av forboðum (tabu), sum skuldu aktast, tá kúgv hevði
kálvað. »Tómur pottur mátti ikki koyrast út yvir eldin, meðan kúgv
stóð á ássbási; tað mátti fyrst koyrast eitt sindur í hann á gólvinum«.
(Weihe 1938:77). Tómur pottur kundi koma at merkja, at eingin
mjólk fór at koma í pottin — at kúgvin sleptist.
Sitið var uppi yvir kúgv, sum skuldi kálva. Tá hon vorðin kálv-
sjúk, skuldi ein maður altíð sita ella standa framman fyri høvdinum
á kúnni, til hon hevði kálvað, og »eingin uttan hússins fólk má koma
inn í fjósið« (Matras 1924:179). Tey skuldu heingja klova í klinkuna
uttanfyri á fjóshurðini, so einki ringt skuldi koma inn (Weihe
1938:77).
Ymist varð gjørt við kúnna, tá hon hevði kálvað, m. a. varð
kúgvin bakað. Hetta varð gjørt við eini glóð á einum pottabroti ella
tílíkum, sum varð hildið undir júgrið, hetta skuldi hjálpa móti verki
(ødem). Gløðurnar ella brandarnir kundu liggja á einum pottabroti,30
eini kolskeið,31 einum jarnpetti ella loki.32 Við hesum hitaðu tey
kúnna undir búkinum og struku eftir við hondunum.33 — »tað
mátti bert strúkast frameftir«,34 verður sagt úr Nólsoy. Summastaðni
nýttu tey hoybak, t. e. at ein hoysoppur varð lagdur yvir gløðurnar,
fyri at tær ikki skuldu kólna.35 Summi heimildarfólk nevna eisini
vatnbak, t. e. at tey bakaðu kúnni undir búkinum við einum klúti,