Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 88
96
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
árstali: 1777, mynd 7. Søgnin sigur, at hetta árið varS kirkjan
frammanundan hesari bygd, og skal steinurin upprunaliga hava
staðið yvir durunum í tí kirkjuni, soleiðis at árstalið var sjónligt.
Eftir hesum at døma, skuldi tað verið greitt, at bygn. II er
bygdur í 1777. Bygn. III skuldi so verið tann kirkjan, ið sýnið frá
1729 nevnir er bygd í 1724.
Av tí at sagnir ikki eiga at verða nýttar til beinleiðis tíðarfest-
ingar, fari eg niðanfyri at royna at greina, hvat heimildartilfarið,
bæði tað fornfrøðiliga og tað skrivaða, sigur tíðarfestingini við-
víkjandi.
Fyrst mugu vit gera okkum greitt, hvør týdningur, ið leggjast
kann í steinin við íhøgda árstalinum.
Eg meti, at tá ið hetta ikki hevur verið gravsteinur, kann hann
hava samband við sjálvan kirkjubygningin. Onkur serlig orsøk má
hava verið til at árstalið stendur í honum. Um hann vísir á eina
nýbygging hetta árið, er ilt at siga. Hann kann eins væl t. d. vísa á
eina høvuðsumvæling, ella kanska okkurt heilt annað.
Um tað fornfrøðiliga heimildartilfarið kann nevnast, at í flá
2, undir gólvinum til bygn. II, varð funnið brot av kritpípuleggi,
FNR:6. Kritpípuleggurin, ið ikki sjálvur kann tiðarfestast, vísir,
at gólvið neyvan kann førast langt aftur í tíð, t. e. til einaferð eftir
at fólk er farið at roykja her á landi, neyvan fyrr enn eftir 1600.
Hvat bygn. III viðvíkur, so lá høvdið, FNR:15, undir grundim
til henda bygning. Nevnt varð á bls. 89, at tað ikki er óhugsandi,
at høvdið er úr seinari miðøld. Men tað kann tó eisini vera yngri.
Á ein ella annan hátt er tað komið í moldina. Helst eftir at tað ikki
hevur verið nýtiligt longur. Hvussu ella nær, kann einki verða sagt
um. Tó má tað hava verið, áðrenn bygn. III er tikin í nýtslu. Leys-
liga kundu hesir báðir gripir bent á, at tað hava verið eftirtrúbótar
kirkjur, einahelst úr 16—1700-árunum. Neyvari tíðarfesting gevur
fornfrøðiliga tilfarið ikki.
Venda vit okkum tí til tær skrivaðu heimildirnar.
Tær eru nógv verri varðveittar fyri kirkjurnar í Suðuroynni enn
tær norðanfyri. Tíverri er tað júst tilfarið, ið viðvíkur kirkjubygn-
ingunum frá 16—1700-árunum, ið so at siga trýtur heilt.
I nevndarálitinum fáa vit at vita, at í 1709 stendur ein kirkja,