Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 345
Trúgv og siðir i sambandi við neyt
353
Tann, sum tók kúgv á oskbási, mátti eisini bera ketilostin út (Weihe
1938:77). »Tá ketilostur varð kókaður, mátti ikki lokiS takast av
pottinum — fyrr mátti mjólkin kóka í eldin — annars misti kúgvin
nógv av mjólkini« (Weihe 1938:77). Hetta skal óivaS setast í
samband viS, at »eingin fremmandur mátti koma inn, meSan tey
kókaSu ketilost«.118 TaS hevur veriS siSur í flestum bygdum at bera
av ketilostinum í onnur hús. Hetta var í sær sjálvum váSi, tí ein
kundi lætt koma at geva mjólkareydnuna burtur, tí skuldi tann, sum
bar ketilostin út, fáa nakaS aftur í dylluna
»til tess at kúgvin skuldi ikki missa mjólkina. Var mjólkin frá einum ríkum,
var tað eitt kakupetti, men var mjólkin frá einum fátækum, so var tað ein limur,
ið var lagdur í ílatið (ella eitt sindur av kaffi og sukri og tvebakkum til at bera
heim aftur)« (Weihe 1938:77).
Sum ráS
»Tá spírstunga hevur rakt á kúgv, skal ein taka 3 høsnafjarðar, leggja tær í
kross og brenna tær og lata tær rúka upp í nøsina á kúnni, so skal kúgvin verða
still. Heldur maður, at grannin øvundar kúgv hansara, skal hann fara og royta
ein sopp úr tvævetursjørð hjá tí, ið hann trýr hevur spírstungu, og geva kúnni*
(Weihe 1938:85).
Eg havi nú roynt at vísa á tær umstøSur, har trúgv og siSir í
sambandi viS neyt komu fram. Eg havi roynt at vísa á, hvat fólk
gjørdu fyri at tryggja sær neytaeydnu og venda burtur óeydnu. BæSi
heiSiS og kristiS vildi hava lut í somu eydnu. Fólk máttu verja seg
fyri trøllum og huldufólkum, men eisini fyri ringum eygum og spírs-
tungu hjá fólki, sum skuldi koma av øvundsjúku. Teimum fólkum,
sum høvdu hesi lýti, nýttist kortini ikki sjálvum at øvunda, men
tann almenna øvundin virkaSi á ein ella annan hátt gjøgnum tey.
TaS er aSur víst á, at trúgvin upp á ill eygu og spírstungu er ein
háttur at flyta sosialar konfliktir, sum ikki kunnu loysast í einum
sosialum høpi yvir í eitt yvirnatúrligt ella supranormalt høpi. Nógv
av tí sama, sum vit finna í sambandi við neyt, finna vit aftur millum
fiskimenn bæði á útróðri og umborð á sluppunum, sum eg í øðrum
sambandi havi greitt frá (Joensen 1975 og Joensen 1981).