Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 334
342
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
húskallur, sum ikki trúði nøkrum sovorðnum, legði seg upp á bitan um náttina.
Men tað vildi hann ikki havt gjørt, tí um náttina kom huldutarvurin, og hann
var so stórur, at húskallurin mátti standa uppi á bitanum, meðan huldutarvurin
sprakk kúnni«.13
í øðrum sambandi varð ansaS væl eítir, at huldutarvurin ikki
kom at kúnni, so uttan vanda hevur hetta ikki veriS.
Ill eygu kundu eisini hava týdning, um kúgv varS kviSin ella ikki:
»Var ein maður komin { ringt orð fyri at hava ill eygu, kundi tað vera so
mangt, ið hann varð lagdur undir. Var t. d. ein kúgv hjá tarvi, og ein sovorðin
maður var har um leiðir, so var hann, um kúgvin ikki kvidnaðist, lagdur undir
at hava voldið tað.«14
Ein fyriboðan (omen) var, at »tá snúSurin fór úr halanum, var
kúgvin kviSin«.16 Hesin siSur er kendur enn, »bert er taS ósemja,
um snúSurin kemur í ella fer úr, tá kúgvin er kviSin«.15 Tann kend-
asta fyriboSan um, hvat slag kúgv var viS, var at hyggja eftir, hvønn
veg kúgv drakk úr eini á. Vendi kúgvin sær móti streyminum, tá
hon drakk, var taS tarvkálvur, sum hon gekk viS, og vendi hon
sær undan streyminum ella »høvdinum til viks«,17 var taS kvígu-
kálvur hon var viS.18
Tá kúgv kálvaði.
TaS var gott, um kúgv kálvaSi í fyllandi sól,19 tí tá »júgraSist
skjótari«,20 ella viS orSunum hjá einum gjáarmanni, »júgriS veksur
skjótari í fyllandi sól«.21 Kúgv skuldi mjólka betur, um hon kálvaSi
kvígukálv, verSur sagt heima á Sandi,22 men viS Gjógv og í Funningi
siga teir, at kúgv mjólkaði betur, um hon kálvaSi tarvkálv.231 hesum
sambandi er vert at nevna, at kvígukálvur kálvaSur á flóS varS
viSsettur, tí hann skuldi verSa dugnakúgv, men varS hann kálvaSur
á fjøru, varS hann dripin.24 Eisini kann vera víst til, at neyt helst
skuldi flettast í fløSandi sjógvi ella á háflóS.26
I tíSini frá tí kúgv var vorSin kálvsjúk og einar 8 dagar fram,
var hon á ásbási, oskbási ella ostbási, sum taS verSur kallaS. Fyrri
liSur í orSsamansetingini ásbásur (o. s. fr.) tykist at vera upphavliga
sama orSiS sum fornnorrønt og nýíslendskt háski m. í merkingini
vandi. TaS eru fleiri dømi um ó-burturfall í framljóSi á føroyskum,
(eitt nú í eita vb. av eldri heita). Ásbásur ella oskbásur kann soleiSis
merkja vandabásur og orSiS oskamjólk vandamjólk.25 Hetta er sera