Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 229
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
237
(kapara við 65 monnum, har hermenn vóru uppiímillum), ið lá á Havnini í eina
viku og síðani fór til Vágs (Nolsøe 1955). 1 1812 ferðaðust runt í Føroyum
bretsku jarðfrøðingarnir Mackenzie og Allan (Rasmussen & Noe-Nygard 1969).
Teir ungu jarðfrøðingarnir danin J. G. Forchhammer og bretin W. C. Trevelyan
vóru at siga allastaðni frá juni til oktober 1821 (Forchhammer 1927). Báðir
høvdu leingi brævaskifti við prestin Schrøter (sum áður er nevnt). 1 1839 steðgar
franska skipið »Recherche« stutt bil í Føroyum, og jarðfrøðingur ferðast runt
í Suðurstreymoy, Sandoynni og Nólsoynni (Rasmussen & Noe-Nygdrd 1969).
Royndir við fiskiskapi og uttanlandssigling.
Frá 1810 og til fríhandilin kom stóðst eisini nógv samband viS
útlendingar av teimum nógvu royndunum, ið gjørdar vórðu við
føroyskum fiskiskapi og føroyskari uttanlandssigling. Allar við synd-
arligum úrsliti. Tilfarið til niðanfyri standandi yvirlit er at siga alt
drigið saman úr Nolsøe (1955).
1810-11 er skonnartin »Nødvendigheden<. (smíðað í Hvalba) við føroyskum
skipara og manning í Leith og Hetlandi. 1 1813 fer skonnartin »Færøe« hjá
Løbner (smíðað í Nólsoy) til Islands við føroyskari manning, seinri til Bjørgvinjar,
har hon lá allan veturin. I 1814 er hon i Tróndheimi, men verður í 1815 seld
til Keypmannahavnar, hagar hon fór við donskum skipara og nakað av ferða-
fólki úr Føroyum. 1 1815 fer sluppin »Eyland Færøe« (hitt umbygda vrakið av
norsku galeasuni »Hakallen«) til Liverpool við føroyskari manning. Suðuroyar-
Dánjal keypti í 1821 í Keypmannahavn skonnartina »Karen Margrethe«, men
hon tykist ikki heldur enn sluppin »Jubelfesten« (smíðað í Nólsoy 1817) at hava
verið í uttanlandssigling. 1 1824 smíðaði Jóhan Hendrik Weyhe burtur úr skipsbáti
av skipi, sum farið var undir Føroyum, inni á Glyvrum sjaluppina »Forsøget«.
Manningin var fimm menn ymsastaðni úr Føroyum. 1 1826 vóru teir í Keypmanna-
havnog seldu skipið. 1 staðin fyri keypti hann sluppina »Caroline«. Sum vant gekst
illa við fiskiskapinum, og hon varð drigin upp inni á Skálafirði. 1 1824 kom
sluppin »Thorshavn« við Suðuroyar-Dánjali sum skipara til Føroya til embætis-
mannaflutnings og vaktarskip, hon royndist sera illa. Danskur skipari kom árið
eftir til Føroya at vita, um ikki kundi bøtast um henda vánaliga siglara. 1 1837
varð hon seld til kongliga handilin og fór á land í 1847. 1837-39 fer skonnartin
•>Nolsøe« (smíðað av nólsoyingum 1 Havn í 1836) tríggjar ferðir til Hetlands í
farmasigling við føroyskari manning. í 1839 fóru Jóhan Hendrik Weyhe og
tríggir syðuroyingar til Grimstad í Noregi eftir deksbátinum »Tvera«, sum parta-
felag á Tvøroyri hevði latið smíða har. Hann tykist ikki hava gjørt nakra
-ittanlandsferð, til hann í 1844 varð seldur til Noregs. Hvørki sluppin »Ebenezer«
(smíðað í Havn 1838-39) ella »Rojndin« (umbygdur seksæringur úr Porkeri u. 1.
1846) hjá Mikkjali í Kristnastovu hava verið í útlondum. — Tí at tað hevur
týdning at vita, skal bara verða nevnt her, at í 1844 var spanskt skip á Havnini.