Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 338
346
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
hevur hoyrt taS bert ta einu ferðina, »taS var frá einari gamlari
konu, sum segSi honum taS í dulsmál«.58 Annars etur kúgv eins og
ryssa, tík, súgv og ketta eftirburSin, um hon sleppur til hann.59
Trøllrið og trøllkonur.
Tá kúgv hevSi kálvaS, var taS vanligt at skera (klippa) av halan-
um á kúnni, og taS »avskorna tagliS« skuldi »stappast í eina veggj-
arholu í fjósinum« (Dalsgaard 1978:55). TaS eru fleiri heimildir um
hetta, eina ta fyrstu hava vit hjá Svabo: »Man afskjær Rumpen,
svier den og hænger den over Koens hoved«. (1959:411). Fleiri heim-
ildir vísa á, at halin ikki mátti klippast, fyrrenn kúgvin hevSi
kálvaS.60 Onkur sigur at tey brúktu tagliS til tyril,61 men taS vanliga
sýnist at hava veriS, at halatagliS hevur veriS sett í veggjarholu
framman fyri kúnni.62 1 fleiri gomlum fjósum í landinum hava hesir
halarnir veriS at sæS í grótvegginum.63 Eitt sindur ymist er, hvussu
fram er fariS:
»Tey brenna aftur í við ljósinum, sum er í fjósinum og summi spýta 3 ferðir
og siga nøkur orð — og so verður halin (tað avskorna, sum skal vera so stórt,
at tað passar inn í vaðhornið) settur inn í veggin ... summastaðni seta tey knívin,
sum tey skera halan av við, uppi yvir lendunum á kúnni, og hann skal standa
har meðan kúgvin stendur á oskbási* (Matras 1924:179).
»Ullin varð vundin um knívin, sum hon varð skorin av við og
knívurin stungin í eina veggjaholu frammanfyri skortin á kúnni«.64
»Tá kúgvin hevði kálvað, vórðu tey longu hárini skorin av halanum
og løgd í eina veggjaholu, og knívurin stungin í fjósbitan og hann
mátti standa har í tríggjar dagar« (Weihe 1938:77).
Flestu heimildarfólkini geva reinføri sum orsøk til at halin varð
kliptur, men onkur heldur kortini, »at tað hevur verið onkur pátrúgv
í sambandi við hetta — einki ilt koma at kúnni«.65 Annars havi eg
fingið at vita, at orsøkin til at klipt varð av halanum á kúnni og
taglið sett framman fyri hana, var fyri at villeiða trøllkonuna,
soleiðis at hon ikki skuldi vita, hvat var aftan og hvat var framman
á kúnni, tá hon ætlaði sær at mjólka henni.66 Meginparturin av teim-
um heimildarfólkum, sum greiddu frá fyri savnarunum hjá Innsavn-
ingarnevndini í 1967 og 1968 vistu lítið at siga um trøllkonur o. a. t.
Tá var tradisjónin um at vera horvin. Men í bókmentum eru upp-
lýsingar um hetta. Svabo sigur t. d.: