Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 81
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
89
Eitt leirílátabrot: FNR:10, síSubrot. Størsta mát: 23 mm, minsta
mát: 5 mm, tjúkt: 6 mm. Evni: harSbrent fínt leir, sum á útsíðuni
er grábrent, á innsíðuni er brúngult. Útsíðan er grá-glarað. Funnið
í kotu 79 í lægdini norðast á øki A, sí bls. 88.
Eitt høvd, FNR:15, mynd 6. Evni: Terrakotta. Stødd: 60X60 mm.
Hesin gripur er uttan iva hin merkisverdasti, ið funnin varð.
Høvdið varð funnið í flá 4, undir einum av steinunum í grundini
til bygn. III (sí mynd 5, skurð C-C). Tað lá niður at einum størri
steini, men millum høvdið og steinin vóru leivdir av 2—3 mm
tjúkkum viðarsprekum. Skilligt var, at viðurin gekk inn undir
høvdið.3 Hóast viðurin ikki tóktist brendur, vóru leivdir av træ-
koli at síggja við høvdið og á einum øki uml. 50 sm norður frá
innaru laðingini av grótvegginum í bygn. III.
Høvdið er ikki varðveitt í fullum líki. Bert fremri helmingurin
er varðveittur: andlitið frá hálsinum og upp til skallan við einum
sindri av hárinum. Hvussu baksíðan hevur verið evnað, er ilt at
meta um.
Høvdið er úr fínum brendum leirevni, terrakotta. Áðrenn høvdið
er vorðið brent, tykist tað at hava verið tilevnað í einum formi, men
smálutir so sum muður og nasagluggar eru evnaðir við hond. At
eyguni onga serliga viðgerð hava fingið, kann vísa á, at upprunaliga
hevur ætlanin verið, at høvdið skuldi prýðast við litum. Tó eru
eingi merki eftir hesum prýði, um so hevur verið.
Ilt er at meta, hvussu høvdið skal týðast. Kanska hevur tað verið
partur av eini mynd, men tað kann eins væl hava verið partur av
einum relieffi. Ikki kann heldur sigast nakað um, um høvdið hevur
skulað avmynda ávísan persón.
Neyvan er høvdið gjørt í Føroyum. Hetta, at høvdið er evnað
í einum formi, kundi bent á mongdarframleiðslu. Myndir og relieff
úr brendum leiri, ofta við gudiligum innihaldi, vórðu framleidd
í stórum nøgdum í Týskalandi og Niðurlondum. Vanliga verður
hildið, at teir sonevndu »beeldedruckers«, virkaðu í Niðurlondum.
Eina kendastir eru teir úr býnum Utrecht.
Nær høvdið er gjørt, er eisini ilt at siga nærri. Tó verður mett úr
1400-árunum ella seinast frá byrjanini av 1500-árunum. Vert er at
geva gætur, at soleiðis sum høvdið er funnið, kann ikki verða sagt
7 — Fróðskaparrit