Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 23
Mangt er sagt um Magnus kong;
31
Hann eigur svein í villini mørk og frúnna í nunnuklostur.
4. Tá ið hon var í klostur mánaðirnar tvá.
Lystir hon frúin Margreta sín faðirs garð at sjá.
5. Út varð loystur gangarin, fyri hallarvegg.
Prýddur var hann við skarlak niður á hóvarskógv.
6. Fram reið frúgvin Margreta, gøtan hon var breið.
Møtti henni sveinur tá, á tí somu leið.4)
7. Hann reiv av henni stakkin og ta kápu blá.
Leiddi hana á grønan vøll sum leyvin bleiktrar á.
8. Nú havi eg fingið mín vilja fram(sic), tær til lítlan gavn.
Eg biði teg fyri tann øvarsta Gud, tú sig mær satt títt navn.
9. Magnus kongur í Noregi, hans drotning var mín móðir.
Sveinur vaks upp í villini skóg, hann var mín einans bróðir.
10. Vissum tað er av sannum ið tú hevur fyri mær sagt.
Alt eru vit tá systkin(....)
11. Gakk tú aftur í klostur, í Santa Mariuborg.
Onga sigur tú nunnu frá, so væl ber tú tína sorg.
12. Far tú frúgvin Margreta aftur á klosturstein.
Onga sigur tú nunnu frá, so væl ber tú tín mein.
13. Tá reið frúgvin Margreta aftur í klosturborg.
Onga segði hon nunnu frá, so væl bar hon sína sorg.
14. Kongur letur veitslu gera, 3 á hvørjum ári.
Allar biður hann nunnurnar út av Santa-Mariu kláru.
15. So fróar ganga nunnurnar, í veitslu skuldu fara.
Uttan frúgvin Margreta ið heima mátti vera.
16. Tá ið tær komu í kongins garð, í gildishallar inn.
Tá sigur Magnus kongur, hvar er dóttir mín.
17. Hvar er mín dóttir sótt og sjúk, ella hevur hon latið lív.
Hví gongur hon ikki í gildi sum onnur liljuvív.
18. Allar drýptu høvur niður, eingin tordi svara.
Uttan illa abbedissa sum væl dugdi at fara.
19. Ikki er tí(sic) dóttir sjúk, ei hevur hon latið lív.
Hon gongur sær við barni sum onnur liljuvív.
20. Vreiður var tá Magnus kong(sic), hann smelti hurð í gátt.
Tað kom honum síðst í huga at biðja góða nátt.
21. Tað kom honum fyrst í huga at seta eld á borg.