Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 77
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
85
Vert er at geva gætur, at millum grundina á núverandi kirkju, og
uml. 80 sm norður frá henni, bæði á økinum A og B, er evnið nógv
vátari og feitari enn norðanfyri. Harafturat var rættiliga fitt av
kálki íblandað moldina her í sunnara helmingi av øki A.
Viðmerkjast má, at umstøðurnar á øki B eru verri at fáa skil á
enn tær á øki A, m. a. tí at ikki ber til rættiliga at síggja eina flá-
skipan. Tær ovastu fláirnar í hesum øki eru at kalla burtur, og
stinga steinarnir tí berir uppundan.
Hóast hetta eru nakrir av steinunum á øki B týddir sum hoyrandi
til gólvlaðingina í bygn. II, m. a. tí at teir hava sama slit sum teir
á øki A, og at tað tykist sum um, at tað er ovasti partur av flá 2,
ið liggur oman á og millum steinarnar. Harafturat liggja teir í somu
kotum.
Bygn. III, mynd 4.
Tá ið grivið varð fram við grundini á núverandi kirkju á øki A,
har sum áður nevnt eingin gólvflá til bygn. II var, komu til sjóndar
tríggir steinar, ið lógu á rað eystur og vestur.
Nevnt var á bls. 84 at tað var neyðugt at taka gólvlaðingina
upp í tí eystara helminginum av øki A. Laðingin sást at liggja
í sjóskervi og mold (flá 2). Tó gjørdist moldin feitari, djúpari vit
komu. Nevnast kann, at runt um í flá 2 var fitt av kálki.
Nú flá 2 varð gjøgnumgrivin, komu vit aftur niður á størri grót,
ið lá við langsíðunum suður-norður, ein grótlaðing, ið eisini gekk
eystur og vestur eins og tann sunnara.
Millum hesar báðar grótlaðingarnar var smærri malargrót, ið lá
tilvildarliga við leysari mold ímillum.
Tess meira vit reinsaðu millum steinarnar, tess greiðari gjørdist
myndin av einum 125 sm breiðum, tvílaðaðum grótveggi.
Á norðaru síðu á hesum grótveggi gekk steinarøð, ið var javnfjar
vegginum, bæði á øki A og B. Uppsíðurnar á hesi røð liggja ógvuliga
javnar: í kotunum 65—67.
Skilligt er, at henda steinarøð er grund undir syll innan fyri
nevnda grótvegg.
Á økinum B fer tann sunnara laðingin í grótvegginum inn undir
grundina í eysturendanum á núverandi kirkju, og tann norðara
laðingin tykist benda norðuryvir, fram við hesi grund.