Fróðskaparrit - 01.01.1981, Qupperneq 106
114
Fároiska folksagor upptecknade efter 1950
2. Bartal beinleysi
Einaferð var tað ein mamma og ein sonur, sum búðu nakað nær við landa-
vegin, og sonurin var lamin. Hann róptu tey Bartal beinleysa, tí hann kundi
ongasteðs fara, uttan hann hevði ross. Hann mátti sita á rossabaki. Og hann
var oftani at síggja (at) ferðast eftir landavegnum og har á leið, men altíð á
rossi, tí hann var lamin. Og tey høvdu so neyt, hevði henda mamman, hon
passaði neyt, og so høvdu tey, tóku við hvørt móti gestum eisini, sum gistu,
sum komu fram við vegnum. Men so var tað eina ferðinar, hann var .... ja,
so var tað ein genta, sum æt Klára, hon var forlovað við einum manni, sum æt
Óla Bring. Og hendan gentan, hon hevði so runnið undan einum manni, sum var
eftir henni, og hon hevði krógvað seg í hoygginum hjá, desini hjá hesi einkjuni.
Des stóð uttan fyri húsið. Og so hesin her maðurin, ið rann eftir henni, hann
misti hana vekk, og so kom ein maður har framvið, sum fór inn har at biðja
tey um hús, tí tað var blivið — vorðið seint. Jú, hús skuldi hann fáa. Tey góvu
honum so mat og drekka, og so tá ið hann hevði etið og drukkið, so spurdi
sonurin, um hann ikki vildi koma út í fjósið at hyggja at neytunum. Jú, tað
hevði hesin maðurin hug til, og hann fór so út við honum, og tá ið hann fór —
gekk inn ímillum kýrnar og hugdi, og tá var hesin Bartal beinleysi, tá var hann
ikki beinleysur. Hann tekur so ein kniv og stingur hann millum herðarnar, so
hann doyði, og so legði hann hann í ein krók og kastaði nakað av hálmi út yvir
hann, og so fór hann inn aftur til mammuna; og so sigur hon við hann: »Nú,
hevur tú ornað hatta har við mannin?« »Ja,«, sigur hann. Hetta sær henda
gentan, sum liggur í hoynum, tí hurðin — fjóshurðin stóð upp á glopp. Hon
hevur sæð inn ígjøgnum, hvussu hetta gekk fyri seg. Og so er tað eina ferðinar,
at hesin Óla Bring, hann kom har, og hann møtti Bartali beinleysa, og nú lá hann
á jørðini. Nú sigur hann við hann, at hann var dottin av hestinum, at (!) biður
hann vælsignaðan at hjálpa sær upp aftur á rossið, tí at ikki slapp hann uppá.
Tað var gaman í, sigur hann, hann kundi hjálpa honum upp á rossið. Hann
skal so taka hann í kneppið og lyfta hann uppá: »Nei, ikki handa mátan, nei
ikki so eg fái so grúiliga ilt, nei ikki soleiðsnar. Tað frægasta er hjá mær, tað
er, tá ið eg kann sleppa upp á bakið á einum manni og so av bakinum upp á
saðilin á hestinum. Tað er tað frægasta. Tað fái eg minst ilt av.« Ja, ja, sum
hann vildi, sigur hann og biður hann so koma upp á bakið. Men nú er hon á
veg, hendan Klára, sum hann var forlovaður við, og hon sær tað, at hann skal
fara at hjálpa honum upp á hestin, og tað var soleiðsnar, at nú visti hon, at
hetta var alt lótir. Hesin Bartal, hann var slættis ikki lamin, tað var bara nakað,
sum hann gav seg út fyri at vera. Tað var hann, sum hevði dripið mannin
í fjósinum, og nú hann skal akkurát taka knívin, Bartal beinleysi, ætlar at renna
hann millum herðarnar á honum, og nú tekur hon, hon loypur til, Klára, og
rívur hann av bakinum á honum og niður. Hann dettur á jørðina. Á, hann
at vena og gremja seg so ræðuligt, at hvat var tað, hon gjørdi við seg, hann
ólukkudýrið, lamin, neyðardýr. Onei, sigur hon við dreingin hjá sær, at hann
ætlar bara at drepa hann, bað hann ikki lurta eftir honum. »Hann er slett