Fróðskaparrit - 01.01.1981, Side 114
122
Fároiska folksagor upptecknade efter 1950
gáttina og gevur tí bein at bíta og soð at leppa; so fór lítla trøllið at blása,
og tað blásti og blásti, og skjótt var vevurin niðri; tá lítla trøllið fór avstað
aftur, gav tað gentuni eina krukku við sálvu og segði við hana, at hvat ið hon
smurdi hesa sálvuna uppá, sum brotið var, so bleiv tað heilt aftur. So fór
gentan at leita gjøgnum húsini; tá finnur hon báðar systrarnar aftan fyri hurðar-
bak við brotnum ryggi; hon smyr so av hesi salvuni upp á ryggin á teimum, og
við tað sama var hann heilur aftur. So koyrir hon tær í eina kistu og sigur við
tær, at nú mugu tær liggja stillar og ikki iátast um vón, íhvat tær hoyra, men
dersum risin fer at gloppa kistulokið, so skulu tær siga: »Eg síggi teg, eg síggi
teg.« Tá ið nú risin kemur aftur og sær, at vevurin er niðri, er hann so ógvuliga
glaður og sigur við gentuna, at nú skulu tey giftast og biður hana nú pynta seg
og heingja ein stóran pott av kjøti uppyvir, tí nú fór hann út at bjóða í
brúdleyp; ája, sigur hon, men biður hann gera sær ta tjenastu at taka hesa
kistuna við og bera hana heim til húsini hjá pápa hennara og seta hana á skor-
steinin, men ikki mátti hann hyggja í hana, tí hon sá hann, íhvar ið hann var;
so tók hann kistuna upp á bakið, og so fór hann avstað; tá ið hann hevði
gingið nakað, hugsar hann við sær, at nú skal hann fara at hyggja, hvat ið er
í kistuni, tí nú man hon ikki síggja; so setur hann kistuna av sær: »Eg síggi teg,
eg síggi teg,« hoyrir hann tað láta. »Tað eru eini grúilig eygur, hon hevur,«
hugsar hann, men tá ið hann hevur gingið ein langan veg aftrat, skal hann
aftur fara at hyggja í kistuna; aftur hoyrir hann, tað letur: »Eg síggi teg, eg
síggi teg.« »Tað eru eini ónatúrlig eygur, hon hevur,« heldur hann og fer aftur
til gongu, men tá ið hann er komin so langt, at hann er farin aftur undir sýnuna,
hugsar hann, at nú sær hon ikki; so setur hann kistuna av sær og skal fara at
gloppa lokið, men aftur láta tær niðri í kistuni: »Eg síggi teg, eg síggi teg.« Tá
helt hann fyri: »Nei, hon sær ígjøgnum bjørg og bláar skorar;« so tók hann
kistuna aftur á bakið og gekk so allan vegin til húsini hjá pápa hennara og
setti kistuna á skorsteinin; so fór hann at bjóða øllum risunum í brúdleyp. Tá
ið hann var farin avstað, fór gentan at kynda upp eld og hongdi ein stóran
pott av kjøti uppyvir; so pyntaði hon eina klótu í stásklæðini, sum hon skuldi
vera í, og setti hana við eldin. So læt hon seg sjálvan í nakrar gamlar spjarrar,
og so fór hon til gongu heim; tá ið hon hevur gingið nakað, nú møtir hon
einum flokki av risum; teir spyrja, hvør hon er. »Eg eiti Kola,« sigur hon og
ger seg so ógvuliga neyðarsliga. »Tví vorð tær, Kola,« siga teir. »Ólíka eru vit,
vit fara okkum til Tundurbý at drekka mjøð og klára vín, tví vorð tær Kola,«
og so fóru teir sín veg. Tað er ikki meir enn ein løta, nú møtir hon øðrum
risaflokkinum; teir spyrja, hvør hon er. »Eg eiti Kola,« sigur hon; »tví vorð tær
Kola, far fyri bjørg og bláar skorir(!), ólíka eru vit, vit fara okkum til
Tundurbý at drekka mjøð og klára vín, tví vorð tær Kola.« Teir fara nú sín
veg, men tá ið hon hevur gingið eina løtu, møtir hon uppaftur tí triðja risa-
flokkinum, og har er risin sjálvur uppií, og hon er so bangin fyri, at hann skal
kenna hana, og hon ger seg enn meira neyðarsliga, tá teir spyrja hana, hvar hon
fer. »Eg eiti Kola,« sigur hon; »tví vorð tær Kola, far fyri bjørg og bláar