Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 167
Rannsókn Vesturi í Horni í Syðrugøtu
Leon Andreassen
1 1972 fekk Fornminnissavnið frá landsverkfrøðinginum yvirlit
yvir vegaætlan í Syðrugøtu. Ein gjøgnumgongd vísti, at alt bú-
staðarøkið Vesturi í Horni kom at liggja undir nýggja landsvegnum.
Tað tóktist ikki gjørligt at leggja vegin á øðrum stað, og Forn-
minnissavnið gjørdi tí av, at økið skuldi rannsakast.
Rannsóknin byrjaði í sept. 1973, men vegna ring veðurlíkindi
varð lagt stilt fyri veturin. 1 mars 1974 varð byrjað aftur og arbeitt
nærum uttan slit, til rannsóknin endaði 19. sept. 1975.
Hjálparfólk hava verið hesi: Peder Paule Huusgaard, Jónfinn
Thomsen og Høgni Rasmussen, allir Syðrugøtu, Torben Diklev
og Símun V. Arge, Tórshavn, Djóni Dalsgarð, Velbastað, Bodil
Goransson, Lund og Franz von Jessen, Keypmannahavn.
Staðarlýsing og søguligt yvirlit.
Vesturi í Horni í Syðrugøtu er ovast í gamla bønum, uppi við
Fornagarð, o. u. 30 m yvir sjónum og o. u. 200 m frá sjóvarmálanum,
ella júst har Fornigarður og landsvegurin krossast (sí mynd nr. 1,
yvirlitskort).
Her uppi er útsýnið gott yvir alla Syðrugøtu bygd, gomlu bú-
staðirnar »á Lækjuni« og »Toftamørk« og alla Gøtuvík, út í hav
so langt eygað røkkur.
Søgn er, at Oyrarbóndin, sum nú býr niðri í bygdini, áður búði
Vesturi í Horni.1
Onnur søgn sigur, at Oyrarbóndin ta fyrstu tíðina, eftir at hann
var fluttur oman í bygdina, hevði húskall, ið æt Símun, ið búði
Vesturi í Horni, har hann røktaði ungneytini. Harav sigst Símunar-