Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 180
188
Rannsókn Vesturi í Horni í Syðrugøtu
NiSast í fylluni í vesturvegginum, beint niðri á morenuleirinum,
er funnið eitt heingilás úr jarni og bronsu, Snr:4356/239 (sí mynd
nr. 7).
Hetta slagið av heingilásum verður tikið í nýtslu í norðurlondum
í víkingatíðini6 og eru vanlig langt upp í miðøldina.7 Sostatt meti eg
toft 3 at vera frá eini tíð, tá omanfyri nevnda lás ikki hevur verið
í nýtslu, eina ferð eftir ár 1200.
I Syðrugøtu finnast — umframt Vesturi í Horni — trý onnur
búpláss kring í bønum: Norðuri í Forna (eisini nevnt Norðuri á Sýn)
rannsakað av Sverra Dahl 1948—1950, sí Fróðskaparrit 1. bók, bls.
159—175, á Lækjuni og Toftamørk (sí yvirlitskort). 011 hesi bú-
pláss eru niðurløgd fyri 1584. So kann ein spyrja: Hví liggja hesi
fornu búpláss spjadd í bønum uttan heimrustir? Fullfíggjað svar
er ikki møguligt at geva í dag; møguliga verður spurningurin
loystur, tá øll búplássini eru rannsakað og sammett hvørt við annað.
1 Føroyingasøgu lesa vit at »Tróndur leigaði heimajørðina í Gøtu
burtur til nógvar menn og tók so høga leigu, sum kundi fáast«.8
Freistandi er at seta hesi nevndu búpláss í samband við hetta
brotið úr Føroyingasøgu.9
BÓKMENTIR
1. E. Húsgarð: Um búseting í Syðrugøtu, Varðin bd. 31, 1955.
2. Munnlig frásøgn eftir Peder P. Huusgaard, Syðrugøtu.
3. Sverri Dahl: Tvey fornminni í Syðrugøtu, Fróðskaparrit 1. bók.
4. Siri Myrvoll Lossius: Kleberkarmaterialet fra Borglund Arkeologiske Av-
handlinger, No. 1—1977 Bergen.
5. Kristján Eldjárn: Kuml og haugfe, Reykjavík 1956.
6. Kulturhistorisk Leksikon for Nordisk Middelalder, bd. XI København, 1966.
7. Vilh. La Cor: Næsholm, København 1961.
8. C. C. Rafn: Færeyínga Saga, København 1832.
9. A. Thorsteinsson: Forn búseting í Føroyum, Fróðskaparrit 26. bók, bls. 61—63.