Fróðskaparrit - 01.01.1981, Síða 196
204
Fleyggjarsteinur
Biskupsskeið, bæði í Kirkjubøar sókn. Nú vil so til, at í seðlasavn-
inum til føroyska orðabók á Fróðskaparsetrinum er lítil sagnarstubbi,
ið setur henda stein í eitthvørt samband við biskuparnar gomlu.
Valdemar Dalsgarð hevur eftir faðir sínum Jóannesi Dalsgaard
(1895-1980) skrivað hetta á ein seðil í orðasavninum: »Fleggjasteinur
er uppi á Skorunum í Kirkjubø. Gamli bóndi (J.P.) segði, at har
setti bispurin merkið hjá sær.« Uppskriftin er ikki tíðarmerkt, men
hon man vera frá um 1950. Jóannes Dalsgaard var í búnaðarlæru
hjá Jóannesi bónda í Kirkjubø um 1910. Eg kenni Jóannes sum
minnisgóðan og álítandi søgumann, so ikki ivist eg í, at hetta er,
sum han hevur hoyrt tað frá Jóannesi bónda. Tað liggur nær við at
hugsa, at tað er Jóannes bóndi, sum við hesi søgn í huga, hevur tikið
upp siðin at flagga á Fleyggjarsteini. Men fær nakað verið í hesi
søgn? Tað ber eyðvitað hvørki til at prógva hana ella mótprógva,
men eg haldi meg hava funnið tvinnanda tættir um at halda, ið
kunnu gera hana ið hvussu er ikki ótrúliga. Annar er av málsligum
slag, hin er samanburður við viðurskifti í Bjørgvin.
Fyrra lið í navninum Fleyggjarsteinur skilji eg sum hvørsfall í
eintali av kvennkynsorði fleyggj, eldri fleyg, ið er komið av forn-
norrønum flaug kvk. Fleyg og fleyggj (í royndum sama orð) eru í
føroysku-donsku orðabókini 1. og 2. útg.2 merkt sum hvørkikynsorð,
sum eisini man vera vanligt um meginpartin av landinum. Hjá J. C.
Svabo og Nikolai Mohr3 er fleyggj (»Flejgj«) hvørkikynsorð —
teir hava einans formin við »skerping«. Merkingin í nevndu orðabók-
um er 1) ‘fuglaveiði (serst. lunda-) við fleygastong’ 2) ‘árstíðin, tá
ið fuglur (serst. lundi) verður veiddur við fleygastong (fleygaður)’.
Eykabindið til orðabókina4 hevur eitthvørt at leggja afturat við
støði mest í seinni innkomnum orðatilfari. Har verður upplýst, at
orðið fleyg(gj) eisini er uppskrivað sum kvennkynsorð; dømi um
hetta eru úr Nólsoy, Skálavík og Húsavík; Jakob Jakobsen hevur
eisini skrivað upp hetta dømi, helst í Vágum: »mitt í fleyggini«.
Or Skálavík og Nólsoy fáa vit eisini eina merking afturat: ‘fuglur
(serst. lundi), ið flýgur í ring, fuglaringur, flog’, t.d. »tað er góður
byrur í dag, tað sæst á fleygini« (Nólsoy); »sit mær ikki í fleyg(g)-
ini«, »fleyg(g)in fellur frá, t.e. tað heldur uppat at flúgva« (Skálavík).
Or Húsavík er orðið fleyggj kvk. í fluttari merking, skemtandi ella