Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 203
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
Hugleiðingar um viðurskiftini frá 1273 til 1856.
H. D. Joensen.
Hann, ið gera vil sjúkdómssøguligar kanningar Føroyum viðvíkj-
andi, noyðist fyrst at útvega sær so haldgott yvirlit, sum til ber, bæði
um samband føroyinga við útheimin frá elstu tíðum og um sam-
bandið oyggja og bygda millum. Annars verður hann altíð at standa
trilvandi. Ikki bara, har tað snýr seg um smittandi ígerðarsjúkur,
men eisini um t. d. matarhald, trot- og brennivínssjúkur.
Henda ritgerð er ein roynd til í stuttum at bera fram slíkt yvir-
lit fyrra setninginum viðvíkjandi frá teirri tíðini, tá ið føroyingar
sjálvir vanliga verða hildnir at hava givist við at sigla, og til frí-
handilin kom. Hon er minni enn so fullfíggjað. Tí á annan bógvin
er heimildartilfarið so rúgvumikið, at tað kemst ikki upp fyri at
handfara alt í stuttum yvirliti. Og á hin bógvin tykjast ikki allar
atkomandi heimildir vera viðgjørdar av søgumonnum okkara ella,
ið hvussu er, ikki at vera troyttar til fulnar. Eyðvitað tí, at kann-
ingar teirra eru ikki gjørdar við serligum atliti at heilsustandinum.
At til eru nógv enn heilt ókend (ella lítið troytt) heimildarrit í
skjalasøvnum víða um — og eisini heima hjá okkum sjálvum —
kunnu øll helst vera samd um (smb. t. d. ta heilt broyttu myndina
av Hansa-veldinum í Noregi, tá ið Schreiner (1941) ikki leit und-
angongumonnum sínum ov væl til, men sjálvur av nýggjum leitaði
eftir og kannaði tilfarið í ymiskum skjalasøvnum, har heimildarrit
kundu hugsast at vera. Ella alt tað nógva, ið /. F. West (1970, 1970-
76) hevur funnið við miðvísum leitingum, ikki um at tala tað nógva
og sera forvitnisliga, sum komið er { tí frálíka tíðarritinum Mondli).