Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 207
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
215
Rxstad (1912). Um miðjuna á 15. øld vóru teir ið hvussu er langt
síðani trokaðir burtur úr hesi sigling og givnir við henni. Oyggja-
skeggjarnir sjálvir vóru tað, ið vørurnar jluttu. Og teir vóru, tíverri,
skuldabundnir at kantórinum í Bjørgvin heilt á sama hátt sum fólkið
í Norðumoregi. Teir seldu til kantórið, keyptu frá kantórinum og
vórðu gjørdir út frá kantórinum. Eisini Bruns (1900) sigur, at før-
oyingar sjálvir høvdu beinleiðis samband — t. e. sigldu — við Hansa-
menninar í Bjørgvin. Sjálvir sigldu hesir keypmenn ikki. Teir ansaðu
væl eftir ikki at bróta nakað siglingarbann í norska ríkinum. Eisini
vita vit, at bæði hetlendingar og orknoyingar (har søgan frá hesi tíð
er uppaftur meira kám enn okkara) sjálvir sigldu meira til Bjørvinjar
enn Bjørgvinjar-menn til teirra eftir 1468 enn fyri hetta ár, tá ið
teir vórðu settir í veð til Skotlands.
Tí var tað, at kantórið toldi ikki, at aðrir — heldur ikki skip úr
Hansa-samgonguni sjálvari — skuldu fáa handilssamband við Før-
oyar, Orknoyar og Hetland. Sektin lá á Islandi. Men viðvíkjandi
hinum Vesturhavsoyggjunum bar ikki til at slaka. Úrslitið var, at
Hansa-samgongan í 1489 gjørdi av, at gavst Hamborg ikki við sigling
síni, skuldu allir limirnir í samgonguni hava loyvi til Islands-sigling
og handil har. Henda kúvending teirra — tí Hamborg gavst ikki —
var ivaleyst atvoldin í, at kongur í 1490 gav bæði eingilskmonnum
og hálendingum sama loyvi. Men hóast hetta helt stjórnin fyri Hansa-
samgonguna framvegis fast um forboðið fyri at sigla til Føroya,
Hetlands og Orknoya. Ferð eftir ferð varð hetta forboð tikið upp-
aftur. Men tað gjørdi ikki mun. Handilin helt fram ótarnaður av
øllum forboðum. So statt komu tað ikki at verða Hansa-keypmenn-
inir í Bjørgvin, ið fingu framíhjárættindi í skattlandahandlinum. Men
hesin handil kom móti endanum á 15. øld undir týskar keypmenn í
Hamborg (og Bremen). Ið hvussu er gremur Bjørgvin seg í 1506 um,
at keypmenninir har eru trokaðir burtur úr handilsskapinum við
Hetland, Føroyar og Orknoyar av hesum báðum býunum. Føroya-
handilin liggur frá 1524—29 formliga undir Bjørgvinjar-fútanum,
frá 1529—53 undir Hamborgar-keypmanninum Thomas Koppen.
Men føroyingar sigla enn. Bispurin í Kirkjubø sendi í 1533 sjálvur
skip til Noregs við farmi av vaðmali, fjøður og øðrum føroyskum
vørum.