Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 212
220
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
til teir frægaru undirmenninar á skipum. Hevur tá havt merkingina »hvønns-
mannsteys«, við tað at badsmand tá bara merkti ein av manningini.8 Hetta orðið
gongur aftur fleiri ferðir í heimildarritum og verður tí nevnt her.
Genturnar báðar ruku saman í »hellige boud«. Andersen (1895)
metir hesi hús (»hellige bod«) at hava veriS eitt pútuhús — har varS
»drukkiS, og leys konufólk hildu til har«. Kanska eigur í hesum
sambandi at verSa nevnt, at Zachariasen (1959-61) nevnir taS forboS,
iS tingskrivarin (sum Ólavsøkudag 1645 varS dømdur úr starvi)
hevSi sett leysum konufólki fyri at hava tilhald í Havn. Tá iS Za-
chariasen týSir »have deres værelser« viS »at leiga sær verilsi« í
Havn, fer hann hendingaferð skeivur. »Værelse« tá á døgum merkti
bara tilhaldsstaS.9 Men taS broytir einki í ætlanini viS forboSnum
— at forSa »gentum av bygd ... (sum) royndu at fáa sær innivist í
Havn fyri har at kunna hitta fremmandar menn, sum viS handils-
skipunum komu av havinum«.
Eftir 1618 vitjaSu fremmandir fiskimenn meira inn í øSrum bygd-
um. Vissa er fyri, at hálendingar hava fiskaS undir Føroyum í 1670.
Annars fóru teir víSari fram undir Island at fiska, men handlaSu
kortini á leiSini viS føroyingar (Beenhakker 1979). 1 18. øld leggur
Nederland meira og meira dent á toskafiskiskapin undir Islandi, og
á ferSunum til Islands bera hálendingar viS Føroyar tíSliga á vári.
1776-77 royndi »Handils- og fiskivinnustovnurin í Altona« viS
ríkisstudningi eftir sild og toski undir íslandi, Føroyum og Hetlandi.
Føroyingar vóru viS teimum. Tá iS hvalvíkingar í 1791 søkja um at
fáa eitt skip at fiska viS undir Føroyum, nevna teir, at teir í nógv
ár hava veriS saman viS eingilskum fiskimonnum og lært av teimum,
sum — siga teir — eru teir einastu, iS hava roynt langt úr landi.
Hesi skip hava nýtt føroyskar loSsar til at vinna upp trygga havn.
1 1770-unum sigast týsk skip at hava kent várleiSirnar bæSi norSan
og vestan fyri Føroyar (Hansen 1960). 1 1844 verSur í reglugerSini
til skiparan á skipi hjá donsku fiskiroyndunum undir Føroyum sagt,
at hann gjølla skal eygleiða tey fronsku fiskiskipini undir Føroyum
og royna at læra av hesum fremmandu fiskimonnum. Um leiS 1850
høvdu hetlendingar stóran fiskiskap undir Føroyum. Fleiri føroyingar
sigldu tá viS teimum og skotum — og hildu á viS at gera taS alla
19. øld út (og gera taS summir enn). AmtmaSurin skrivar í 1850,