Fróðskaparrit - 01.01.1981, Side 213
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
221
at hvørt einasta ár eru at síggja fleiri hundrað fremmand skip undir
Føroyum, fronsk, belgisk og bretsk, ið liggja har frá tíðliga á vári
og langt út á heystið. Schrøter sigur í 1847 (Corresp. J. H. Schr. a. o.
1831-65), at hann — seinastu árini, hann var í Suðuroy (hann var
har 1797-1828) — óttaðist fyri, at kynslig smitta skuldi verða borin
inn á oynna av teimum nógvu fronsku fiskimonnunum, ið leitaðu
inn har.
1 hesum sambandi kann eisini verða nevnd stórhvalaveiðan, har baskar byrjaðu
longu í 11. øld og, tá ið hvalurin minkaði um teirra leiðir, søktu hann víðari
við Noregs, Islands og Grønlands strendur. Tá vóru eisini bretar og hálendingar,
men eisini menn úr Norðurlondum (ofta saman við baskum) uppií. Hvussu stór
stórhvalaveiðan hevur verið við Føroyar í gamlari tíð, dugi eg ongar frágreið-
ingar at finna um. Men valla hevur hon havt nógv upp á seg. Líta vit á Mikkjal
á Rygg‘ (1927) — og hann er vanur at vera stak álítandi — so sveimaði í
gomlum døgum hvalurin íðuliga uttan um bátarnar, so teir máttu rógva undan.
Sjálvir veiddu føroyingar ikki stórhval, men teimum dámdi í fyrstuni væl, tá
ið norðmenn í 1894 fóru at skjóta hann undir Føroyum. Fremmand veiða fyrr
hevur tí valla verið munandi. Longu í 1616 gremur Kristian kongur IV seg um,
at hálendskir hvalastingarar vitja Føroyar og fara upp á land har (Beenhakker
1979). Hvussu nógv samband, ið verið hevur teirra og føroyinga millum, tykist
óvist. Skipini vóru stór, 3-400 tons, og 40-50 menn vóru við hvørjum. At teir
eins og fiskiskipini hava hálað vatn man vera eyðsæð. í 1652 sigur ein genta úr
Suðuroy seg at vera neyðtikna í haganum av manni av hvalastingara. Sjálvandi
kann hetta vera undanførsla til at bera í bøtuflaka fyri annan mann, ið kann
hava barnað hana. Men valla hevði nyttað at sagt tað í rættinum, vóru ikki
líkindi til, at tað kundi vera hent.
Loynihandil.
Sum Zachariasen (1959-61) tekur til, gingu í kjalarvørrinum á all-
ari sjóvinnu í Norðuratlantshavi umframt »sjórán« eisini loynihandil.
Men slíkur handil varð sjálvandi — hóast hann fleiri ferðir er nevnd-
ur í skjølunum — duldur sum mansmorð, at tey, sum høvdu verið
uppií, skuldu ikki koma fyri rættin og fáa harða revsing. Bara heilt
lítið skuldi t. d. til at missa festið. Ikki uttan illa vildi til (øvund,
hevnisøka o. t.), komu málini upp, og handingarnar vórðu festar á
blað.
Fyri vist vita vit t. d., at skip úr Hamborg (sum tá ikki hevði handilin í
hondum) handlaði víða um í Føroyum í 1580. Heilt opinlýst tykist hesin handil
hava farið fram um 1620, tá ið landsins fremstu menn (løgmaður, løgrættumenn