Fróðskaparrit - 01.01.1981, Side 214
222
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
og prestar) gingu á odda, samstundis við at smámenn og húskallar ferðaðust
oyggj úr oyggj og bygd úr bygd við loynivørum, mest bjóri og brennivíni. Hand-
ilsskipini, ið henda loynihandil framdu, tykjast tá hava verið ensk og skotsk. Og
tey vóru so væl kend av fólki, at ikki stóðst á ferð eftir ferð á tingi at fáa
uppspurt bæði talið á skipum og nøvnini á skiparunum, ið sigldu oyggjanna
millum. Summir teirra tykjast hava verið sera væl kendir við føroyingar, ein
teirra so væl, at hann læt son sín vera eftir í Føroyum, til hann kom aftur árið
eftir. Skipini hildu seg (ið hvussu er aftan á 1618) frá Havnini, men leitaðu upp
góðar úthavnir, eitt nú Funningsfjørð (har dómur frá 1623 prógvar, at bretsk
skip ofta hava verið), Hvannasund og norðuri í Vági. (At so góð skipahavn sum
Trongisvágsfjørður eisini, og helst f stórum, hevur verið uppi í loynihandlinum
fyrst í 1600-árunum verður nevnt beint niðanfyri). Um somu tíð (u. 1. 1620) og
nakað seinri síggjast hálendingar at hava handlað bæði við prestar, sýslumenn
og løgrættumenn vesturi í Vágum og í Suðuroy. 1 brævi frá rentumeistaranum
(dagf. 17. apríl 1620) eru strong boð um, at føroyingar frá tí degi ongan mugu
handla við uttan »Det islandske kompagni*, hvørki onglendingar, hálendingar,
skotar, týskarar, danir, norðmenn ella nakran annan og hvørki á landi ella á
sjógvi. Lítið man hava hjálpt. 1 1631 vórðu hosur avreidđar til enskt skip, »ið
lá útfyri«. Stórt enskt búreisingaskip á leið til Nýggja Ongland í Ameriku lá í
1637 fýra dagar inni í Vágum og handlaði og fór haðani til Vestmanna, har
tað lá heila viku. Lagt verður við, at hetta skipið gjørdi einki ilt. í 1646 verður
sagt frá, at Norðoya sýslumaður hevur verið umborð hjá bæði bretskum og
hálendskum skiparum, teir drukku og fóru í land í Gerðum.
Tvey brøv eru frá 1647. Annað frá løgmanni, har hann, at siga sum javnlíki,
beinleiðis sigur kongi frá, at sambandi við fremmand skip slepst ikki undan. Ikki
ber til at reka tey aftur til havs í illveðri, ella tá ið tey hava mist reiðskap,
krevja umvælingar, vilja hála vatn o. s. frv. At eitt lítið av handli fer fram tá,
er bara rímiligt báðar vegir. Eru menn ikki lagaligir, kann tað skjótt elva til
illstøðu. Hitt brævið er frá prestunum, har teir undirbrotliga og við nógvum
gremjingum bera fram undanførslur fyri loynihandilin við hálendingar og bretar.
Zachariasen (1959-61) man hava allan rættin, tá ið hann vísir á, hvussu stóran
týdning loynihandilin hevur havt fyri føroyingar, sum gjøgnum hann sluppu av
við vrakvørur sínar. Og hvussu ilt tað er hjá okkum nú at skilja millum loyni-
handil og fremmandan fiskiskap (og aðra sjóvinnu) á annan bógvin og beinleiðis
álop á hin bógvin. Illstøða kundi, sum løgmaður so sinniliga tekur til í áður-
nevnda brævi sínum, skjótt taka seg upp, lagaðu partarnir seg ikki hvør eftir
øðrum.
Beenhakker (1979, 1980) hevur fyri stuttum roynt at draga saman tað søguliga
tilfar, ið er um hálendingar í Føroyum (tað sagnkenda tilfarið, ið Hoekema
1974 hevur greitt frá, viðger hann ikki), bæði frá fiskiskapi, handli, loynihandli,
smuglan og skipbroti. Úrslit hansara er, at regluligt samband kom ikki fyrr enn
fyrst í 17. øld og var fyri tað mesta ólógligt. Tá eru undan tiknar tær mongu
handilsferðirnar, ið hálendsk skip gjørdu fyri teir keypmenn, ið tann lógliga