Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 218
226
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
um undir Føroyum), at taS er manningini strangliga bannað at
handla við føroyingar. Og í 1848 leggur innanríkisráðið — tí at
klippfiskur hevur verið seldur til norskt skip — eina við, at handil
má ikki fara fram við fremmandar og tá serliga ikki við norðmenn.
Her skal at enda bara verða nevnt, at enntá loðsviðurskiftini vóru
so vorðin, at tey skuldu forða fyri sambandi við fremmandar (men
sjálvandi eisini fyri smittandi sjúkum). í 1851 mælir amtmaðurin
til, at bara í Nólsoy verður skipað fyri rættiligum loðsverki, ið fer
at vera nóg mikið fyri allar Føroyar.
So fast varð spent móti broddinum heilt upp ímóti endabrestinum.
Sínámillumhandil.
Innan fyri lógarinnar mark vórðu gjørd fleiri tiltøk — sum nevnd
skulu verða seinri — ið bóru við sær nógv samband við útlendingar
í seinru helvt av 18. og fyrru helvt av 19. øld. Danin Ryberg hevði
1768-88 goymslustøð í Havn til sínámillumhandil við Ongland og
Ameriku (mest við brennivíni, tubakki og te). Umframt hevði hann
tubbaksspinnarí, fekst við at fiska undir Føroyum og at virka klipp-
fisk, ið hann við egnum skipum flutti til Eystrasalt, Spaniu og onnur
Miðjarðarhavslond. Beinleiðis handil hevði hann ikki við føroyingar.
Men har arbeiddu nógv havnarfólk, og nógv bygdafólk fluttu til
Havnar at fáa arbeiði har. Umframt vóru heilt nógvir útlendingar
í tænastu hansara. Teir høvdu samkomuhús (klubba) í Quillingsgarði
og keyluvøll úti á Rundingi. Summi ár komu upp í hálvt hundrað
skip við ella eftir vøru til hesa frígoymslu. Sambandið millum før-
oyingar og alt hetta útlendska fólkið, bæði av landi og av sjógvi,
hevur verið nógv.
Herskip.
Ymiskar royndir hava sjálvandi verið gjørdar frá gamlari tíð til
at forða fyri bæði sjórænarum, loynihandilsmonnum og nøskum,
fremmandum fiskimonnum. Herskip úr dansk-norska ríkinum vóru
tí ikki sjáldsamir gestir, bæði størri og smærri, ið hvussu er frá stutt
eftir 1600. Ferðirnar hjá Jørgen Dae í 1615 (við tveimum skipum)
og í 1616 (við seks skipum, har kortini bara tey fýra vóru inni í
Føroyum, tá ið tey hildu undan illveðrinum í íslandi) eru mest
kendar. Hann var inni á fleiri støðum (t. d. Hvalba og Vestmanna).