Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 220
228
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
úti fyri Havnini, og annars leitaðu í fransk-hálendska krígnum
(1675-79) nógv hálendsk skip, ið verið høvdu í langfarasigling
handan høv inn undir Føroyar at spyrja tíðindi (Andersen 1895).
í 1675 var fult av fronskum kaparum rundan um Føroyar, í 1677
lógu fýra fronsk herskip út fyri Nólsoy, har manningin var i landi.
Og sama ár rændu fransar í Havn og inni á Nesi. Eisini eigur at
verða nevnt, at í 1687 vóru til verju umborð á kurleindskum hand-
ilsskipi, ið kom við viði úr Noregi til handilin í Havn, men sum
skipaði viðin upp á Glyvrum, fleiri hermenn, ið struku runt um
oyggjarnar frá september og árið út.
Meðan vit nema við flota- og hermál, má Havnar skansi verða
nevndur. Stóri skansin varð bygdur u. 1. 1580 (Magnus Heinason),
Lítli skansin á Tinganesi (sum ongantíð tykist hava havt nakran
týdning) eftir 1630 (óttin aftan á turkaálopið í Hvalba). Bæði hesi
stórarbeiðini verða mett at hava drigið nógv fólk av bygd til Havnar,
har tey hava arbeitt undir og saman við fremmandum (Zachariasen
1959-61). Um manningina á Skansanum vita vit í 1709, at hon var
35, 30 soldátar, tríggir korporálar, ein konstápul og ein bartskeri.
Soldátarnir vóru ymstaðni úr Føroyum, men flestu »yvirmenninir«
vóru helst útlendingar. Teir komu og fóru, og hetta helt á langt inn
í 19. øld (bæði sersjantar og konstáplar). Tá ið Gabel í 1658 sendi
galiot12 sína úr Amsterdam til Føroya, vóru 8 ella 16 hálendskir
hermenn við til at verja Skansan. Hægsti yvirmaðurin var tá altíð
útlendingur. Og hvørki hann ella hinir fremmandu við Skansan
munnu altíð hava — sum Andersen (1895) tekur til — livað »noget
meget regelmæssigt liv«. Stjúkdóttir Lucasar Debes varð barnað av
Claus Becker, kommandanti.
Tætt hava donsku herskipini undir Føroyum valla verið í 18. øld.
Vanliga lá tað á kommandantinum á Skansanum við tíggjumannafari
at ansa eftir loynihandilsskipum. Men tað gekst teimum illa. Tí
fremmandu skipini sigast at hava verið vápnað, so skansabáturin
við hvørt mátti halda undan. Kommandanturin sigur í 1740, at
bátur hansara kann ikki forða fyri loynihandlinum. Okkurt annað
má tí setast í verk (West 1979). At manningin á skansabátinum
javnan hevur verið umborð á fremmandum skipum undir Føroyum
er ivaleyst.