Fróðskaparrit - 01.01.1981, Qupperneq 224
232
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
aftur til Hálands (Beenhakker 1979). 1 1667 fer annar hálendingur (»Walcheren«)
ein ódnardag i september á land á Skiphellu, stutt norðan fyri Breiðá við Kvívík.
Hann hevði saman við tveimum øðrum, stórum hálendskum skipum leitað inn í
Vestmannasund at kroka, men vann ikki upp havn sum hini bæði. Um borð á
øðrum hinum var hálendski varaadmirálurin, ið sendi bát at bjarga (Beenhakker
1979, Ravnsfjall 1979). Úgreitt er, hvussu nógv fólk ið var um borð á »Wal-
cheren«, tá ið hann fór á land. Men á útferðini til Eysturindiu vóru ikki færri
enn 75 hermenn og 195 sjómenn umframt tríggjar kvinnur og børn. Heilt nógv
druknaðu, tá ið skipið fórst (lík vóru fiskað upp, og klæðini drigin av einum).
Hvussu nógv, ið sluppu undan, verður einki sagt um. Men søgnin um, at kvívík-
ingar skulu hava steinað í hel øll, sum komu livandi á land, man ikki vera
álítandi. Nógv av tí dýra farminum rakst millum oyggjarnar, partar av vrakin-
um heilt til Mykines og Hvalbiar. Fólk um meginpartin av landinum høvdu
samband við bjargingina og hálendingarnar av hinum báðum skipunum, sum
steðgaðu leingi í Føroyum. — Undir sakarmálinum varð ført fram, at eisini
árini fyri hevði nógvur reki verið millum oyggjarnar. — f 1674 sigldi skip úr
Amsterdam á náttartíð við fullum seglum á land undir Nólsoynni. Skipið varð
vrak, men væl gekst at bjarga farminum (Beenhakker 1979). í 1702 gekk danska
skipið »Island« burtur undir Føroyum á leið úr Keypmannahavn til Cadiz í
Spanialandi. Teir vunnu í báti til lands á Viðoynni, men áðrenn teir vórðu
funnir, vóru teir fýra deyðir úti, sjey livdu eftir. Teir komu til Hvannasunds
og vórðu hýstir ymsastaðni í grannalagnum (Niclasen 1924).
Jacobsen (1969) hevur skrivað sera áhugaverda grein um, tá ið »Westerbech«
fór á land undir Kirvi í 1742. Við vóru 91 menn, teirra millum hermenn á
heimferð úr Bataviu. Teir 80 komu sær niðan á slætt, lógu nátt í Vági. Haðani
til Hvalbiar, har teir sama dag vórðu skjútsaðir til Sands, haðani fóru summir
til Skálavíkar. 1 tíggju dagar vóru teir í Sandoynni, komu so til Havnar, har
sjálvandi ikki var húsarúmd til so nógvar menn. Tí vórðu teir sendir út á bygd.
Fimm vikur aftan á at teir vóru farnir á land, fóru tíggju til Danmarkar við
handilsskipi, hinir vórðu verandi allan veturin, í meira enn níggju mánaðir. Tá
var bara bartskerin eftir, sum søgur ganga frá. — Um leið 1750 rendi eitt skip
úr írlandi á land í Mykinesi, manningin slapp í bátin, róði út úr briminum og
rak inn á Saxun, har teir vóru leiddir til húsa og nutu allan blíðskap. Seinri
komu teir til Havnar og gistu í ymiskum húsum (Niclasen 1924). Sami høvundur
sigur frá norskum skipi, ið um sama mundið fór á land á Sandoynni. Allir sjólótust
uttan stýrimaðurin. — Á heysti 1811 fórst norska galeasan, »Hakallen«, illa
millum ísland og Føroyar, men mannskaði var eingin. Hon varð sleipað inn á
Kaldbaksfjørð, og manningin varð verandi 1 Føroyum til tíðliga á sumri árið
eftir. Ein teirra tykist tó hava búsett seg í Suðuroy (Nolsøe 1955). Sami høvundur
greiðir frá, hvussu Pól á Miðgerði í 1820 saman við soninum Poul Johannes á
Økrum bjargaði sjey monnum av sluppini »Emmu« úr Dunkerque, ið var farin á
land sunnanfyri Akrar. Og hvussu Suðuroyar-Dánjal í 1822 bjargar fimm monnum
av norsku briggini »Den Kjække«, sum mastraleys kom rekandi gjøgnum Vest-