Fróðskaparrit - 01.01.1981, Síða 230
238
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
Sama ár eisini norsk jakt úr Christianssund, fermd við borðviði og nævur. Hon
fór nakað seinri til Dals, suður til Vágs og síðani á Tvøroyri. 1 1844-46 eru
danskar fiskiroyndir undir Føroyum. Tær vóru latnar íslendskum keypmanni upp
í hendur, og fiskin uppi á landi skuldi annar, fyrrverandi íslendskur keypmaður
virka. Fyrsta árið var bara eitt skip, tað hevði danskan skipara, og manningin
var 12 danir umframt fimm føroyingar. Annað árið vóru trý skip og, umframt
danir, fjúrtan føroyingar við. Triðja árið vóru aftur trý skip, men talið á
føroyingum sæst ikki. Hetta árið var eitt av skipunum í Liverpool eftir salti. —
1 1844 kemur norskt fiskiskip (»Forsøget« úr Kragerø) á Havnina. So við og
við mynstraðu fimm føroyingar við tí. Helst royndu teir ikki undir Føroyum.
— 1845-48 fekk A. W. Skibsted loyvi til at reiða út eitt fiskiskip við teirri
treyt, at føroyingar vóru við. Hann hevði lýsismeltarí á Rundingi. 1846 hevði
hann fýra skip, í 1847 og 1848 aftur bara eitt. Ikki sæst, hvussu nógvir føroyingar
vóru við skipum hansara. f 1847 keypa tveir eiðismenn jaktina »Neptunus« í
Keypmannahavn og hava fyrsta árið danskan skipara. Teir keyptu fisk frá út-
róðrarbátum. f 1849 fóru teir til Hetlands at selja, haðani til Nykøbing Sj.
f 1850 fara teir til Hull við hvala- og kríatúrbeinum, haðani til Altona og um
Hamborg til Keypmannahavnar, har teir dvaldust leingi. Aftur í 1851 fara teir
til Keypmannahavnar; har lógu teir leingi, áðrenn teir um Mandal og Lerwick
koma heim aftur. f 1852 eru teir aftur í Hull við beinum, høvdu ferðafólk við,
og á vegnum upp vóru teir inni í Leith og Scalloway. f 1853 fóru teir til Keyp-
mannahavnar, har jaktin varð seld. — Sluppin »Habet« (smíðað í Nólsoy) seldi
í 1848 klippfisk til norskan skipara, ið lá á Havnini um heystið. í 1850 fóru
teir til Hetlands. f 1856 sleipaði ensk slupp hana inn á Trongisvágsfjørð, í 1858
fór hon av Hvalba til Hetlands við fiski. í 1848 keypti kongligi handilin jaktina
»Fortunu« í Keypmannahavn. Hon kom við donskum skipara, sum búsettist í
Havn, og trimum donskum sjómonnum, sum fóru niður aftur. Um veturin sigldi
hon til Hetlands við posti. Manningin lá um sjey, og gjøgnum árini síggjast, ið
hvussu er, tíggju ymiskir føroyingar at hava siglt við henni.
H. 9. juni 1852 vitjar fyrsta guvuskipið Føroyar, danska skrúv-
uskipið »Thor« (Færingetidende 1852).
Niðurløga.
Royna vit nú at enda heilt stutt at taka samanum aftur tað, ið
drigið er saman til hesa grein, verður úrslit okkara á leið hetta.
Føroyar hava ongantíð — samanbornar við onnur lond — uttan
kanska í seinru helvt av 17. og nakað inn í 18. øld verið tað avbyrgda
samfelag, ið vanliga verður sagt og skrivað. Vit mugu hava í huga,
at landsbygdarfólk í farnum øldum struku ikki landa millum sum
nú. Mark var eisini fyri, hvussu nógv samband ein fólkabólkur, ið