Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 231
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
239
taldi 3-4000 sálir, kravdi til handilsskap sín. At siga alt regluligt
samband hevur til 1620 verið við Bjørgvin. Sambandið var nógv.
Og líkt er til, at føroyingar sjálvir til seinast í 16. øld hava uppi-
hildið tað mesta av hesi sigling. Hvussu nógvan týdning, ið sam-
bandið við Bretland, vesturtýsku býirnar og Háland hevur havt í
14. øld og 15. øld, er enn ilt at meta um. Men slíkt samband hevur
verið og var móti endanum á 15. øld munandi við vesturtýsku
'býirnar og við Háland. Danir eru meira og meira komnir uppí, til
Keypmannahavn í 1620 og alla tíðina úteftir verður miðdepilin.
Sjórænarar vita vit um frá 16. og eisini 17. øld. Men stórvegis
týdning fyri tað samband, ið vit her hugsa um, hava teir ikki havt.
Fremmandir fiskimenn hava javnan verið undir Føroyum. Skotskir
og kanska eisini franskir, ið hvussu er frá seinru helvt av 16. øld.
Hálendingar eisini, ið hvussu er frá seinasta triðingi av 17. øld. Stak
nógv samband var tá við fólk uppi á landi. Eisini er líkt til, at
føroyingar hava fiskað við summun av hesum fremmandu skipunum.
Dømi um hetta eru bæði frá seinast í 16. og frá 18. øld, og teir gjørdu
nógv av tí í 19. øld, serliga við hetlendingum og skotum. Seinast i
18. øld vóru týsk skip undir Føroyum, og eisini her vóru føroyingar
við. Fyrra partin av 19. øld vóru nógv fronsk fiskiskip undir Føroy-
um, umframt belgisk og sjálvandi bretsk skip. Stórhvalaveiðan (ser-
liga bretar og hálendingar) hevur valla borið nógv samband við sær.
Sera nógv og uttan iva eisini inniligt samband hevur verið við
loynihandilsmenn (týskarar seinast í 16. øld, men frá fyrra parti av
17. øld eisini bretar og hálendingar, umframt danir og norðmenn).
Serliga við hálendingar var sambandið regluligt alla seinru helvt av
17. og fyrru helvt av 18. øld — ta tíðina, tá ið føroyingar annars
kunnu sigast at hava verið innistongdir. Loynihandilin hevur staðið
við, ja, vaks í stórum heilt upp ímóti fríhandilstíðini. 1768-88
stendst av Rybergs handli í Havn heilt nógv samband við fremm-
andar (danir, bretar, amerikumenn umframt aðrar). — Stutt eftir
1600 og nakað úteftir vóru donsk-norsk herskip í Føroyum mest sum
á hvørjum ári, og helst meta vit ógvuliga skeivt, hevur ikki inniligt
samband verið við manningar teirra. Eisini fremmand herskip slødd-
ust um Føroyar í 17. øld og seinri, bæði hálendingar, fransar og
bretar. Sørt samband hevur heldur ikki verið við fremmandar av
Havnar skansa.