Fróðskaparrit - 01.01.1981, Qupperneq 287
Tinganes 1673
295
somuleiSis eru at finna. Húsayvirlitini frá 1619—20 og 1673 hava
verið viðgjørd av N. Andersen (1895:25,290) og Louis Zachariassen
(1959—61:269), og verða tey vanliga umrødd, sum vóru tey full-
fíggjað yvirlit yvir allar bygningar á Tinganesi. Hetta er ikki so.
1 17. øld stóðu á Tinganesi bygningar, sum handilin brúkti, men
kongur átti, bygningar, sum handilin sjálvur átti, bygningar, sum
fútin brúkti, men kongur átti, bygningar, sum fútin sjálvur átti,
tinghúsið, sum landið átti, og har umframt kirkjan, skúlin og
Reynagarður, sum ikki verða umrødd í teimum yvirlitum, ið her
eru nevnd. Yvirlitini frá 1619—20 (Tingbókin 1615—54:110 og
137) vórðu gjørd í sambandi við, at føroyahandilin varð tikin frá
bergenska handilsfelagnum og latin íslendska handilsfelagnum í
Keypmannahavn. Hesi yvirlit umrøða bert brek á kongsins húsum,
sum bergenska handilsfelagið skal lata húsabót fyri. Yvirlitið frá
1627 (Tingbókin 1615—54:207) er somuleiðis gjørt fyri at vísa á
brek og tær ábøtur, sum íslendska handilsfelagið hevur gjørt, tí
felagið fekk 100 gyllin frá bergenska felagnum til at bøta um
handilshúsini við. Einki av hesum yvirlitum er sostatt fullfíggjað,
hvørki yvir handilshúsini á Tinganesi ella yvir allar bygningar, sum
stóðu á Tinganesi í 1620-árunum. Yvirlitið frá 1670 (Løgtingsbókin
1666—77:100—102) er tað næsta, vit koma einum fullfíggjaðum
yvirliti, tí hetta er heildarlýsing av »K. M. Huse her udi Thorshafn,
som Landfogeden og Købmanden udi brug haver«, og harumframt
verða umrøddir teir bygningar, sum fútin sjálvur eigur. Tó finna
vit ikki í hesum yvirliti eitt nú tinghúsið. Yvirlitið frá 1673 (Løg-
tingsbókin 1666—77:212—13) er í vitnisfrágreiðing keypmansins,
Peter Rasmussøn, um eldsbrunan. Her roknar keypmaðurin upp teir
bygningar, sum fórust í eldsbrunanum, og teir bygningar, ið eftir
stóðu.
At heldur ikki hetta yvirlit er fullfíggjað, sæst lættliga við saman-
burði við aðrar keldur. Vitnisfrágreiðing keypmansins skal tó verða
løgd til grund fyri hesi viðgerð.
Flestu bygningarnir, sum ikki brunnu, eru at finna í yngri
keldum, t. d. í húsasýni frá 1709 (Zachariasen 1952:32—33 og
45—51), og eru avmerktir á elsta korti av Havnini, kortinum hjá