Fróðskaparrit - 01.01.1981, Síða 299
Tinganes 1673
307
Burtur úr tí, tingbøkurnar siga um teir einstøku bygningarnar,
skuldi verið gjørligt at fingið eina hylling á, hvussu teir brendu
bygningarnir stóðu í mun hvør til annan og í mun til teir bygningar,
sum ikki brunnu. Men latið okkum fyrst hyggja at teimum upp-
skotum til staðarfestingar, sum áður eru sett fram. Eftir Louis
Zachariasen (1952:32) skal N. Andersen hava sagt, at handilshúsini
stóðu »inni á tí lága av Reynunum«. Nú er ikki heilt greitt, hvat
hetta merkir, men innan fyri Leigubúðina kunnu tey brendu húsini
ikki hava staðið. Millum Leigubúðina og Reynagarð hevði verið ov
trongt, tí har var kirkja og kirkjugarður, og beint innan fyri Reyna-
garð vóru virkisgarðarnir á skansanum, og tað verður fleiri ferðir
nevnt í tingbókunum,at handilshúsini standa inni í skansanum (t. d.
Løgtings- og Vártingsbókin 1655—66:161—62).
Reynaskansin var bygdur tvørtur um nesið, á leið har sum Skansa-
garður er, soleiðis at prestagarður, skúli, kirkja og handilshús stóðu
innan fyri — sunnan fyri — virkisgarðin, ið sostatt avmarkaði
Tinganes inn móti Havnini. Vanligt er at halda, at hesin skansi
varð grundaður í 1630 av fútanum Mads Christensen, men í ting-
bókunum sæst heilt greitt, at Reynaskansin var grundaður í 1645
av fútanum Hans Selmer (Tingbókin 1615—54:352; Løgtings- og
Vártingsbókin 1655—66:133). Ein broytingarætlan varð íbirt av
fútanum Johan Heideman í 1657 (Løgtings- og Vártingsbókin
1655—66:104), men ætlaðu broytingarnar tykjast ongantíð hava
verið gjørdar, m. a. tí prestarnir settu seg ímóti at lata skúlan flyta
burtur.
1 1709—10 var Revnaskansin púra horvin, og sæst hann ikki á
kortinum hjá Rasmus juel.
Onnur orsøk til, at handilshúsini ikki kunnu hugsast at hava
staðið millum aðrar bygningar innan fyri Leigubúðina ella innan
fyri Reynagarð, eru sjálvar umstøðurnar kring eldsbrunan. Einki
sæst í tingbókunum til nakra roynd at steðga eldinum, og í tí harða
storminum hevur eldurin lættliga kunna breitt seg, og er ikki slokn-
aður, fyrr enn einki var eftir at brenna. Sostatt kunnu brendu
handilshúsini ikki hava verið innari á nesinum enn Leigubúðin, sum
bjargaðist. Linum nýtist bert at hugsa sær, hvat hevði hent, um
krúthúsið við sínum 2200 pundum av krúti hevði staðið inni á