Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 321
Nakað um lutir, sum gjørdir eru í Føroyum
úr horni
Bjarni Niclasen f
Tá ið eitthvørt amboS skal gerast til brúks, er taS fyrsta, ið um
ræður, ráevni, sum dugir til endamálið. 1 Føroyum hava í mongum
førum horn komið væl við, bæði neytahorn og seyðahorn. Her hava
horn verið nýtt til mangt; tað sama man hava verið í londunum
rundan um okkum, t. d. verður sagt frá spónum, drykkjuhornum,
krúthornum, snúshornum og mongum øðrum bæði úr íslandi og frá
Norðurskotsku oyggjunum.
Neytahorn.
Her í Føroyum hava neytahorn verið nýtt til spønir, drykkju-
horn, hólkar, kambar, krúthorn, snúshorn, skreythorn, blóðkoppar,
lyklaskelti og knappar.
At gera hornspønir var ikki hvørs mans føri, men summir vóru
spónasmiðir burturav næstan. Spønir vóru altíð gjørdir úr neyta-
horni. Hornið varð klovið oman eftir miðjuni, ytri bogin av horn-
inum varð nýttur til spón, og hin varð nýttur til skóhorn. Tá ið
ytri parturin var toliliga væl hampaður, varð hann kókaður og
settur í spenni í einum spónalag, sum vit síggja á 1. mynd. Spóna-
lagið varð klemmað saman við eini held, sum vit síggja á somu
mynd og á mynd 2. Tá ið nú hornið er kalt, verður tað tikið úr
aftur spónalagnum sum ein ráur spónur. Hann verður síðan snøgg-
aður, so hann fær sítt rætta skap. Tá ið hornið er kólnað eftir
kóking og forming, heldur tað skapið, tað hevur fingið, meðan tað
var heitt. Tá ið spónurin er gjørdur liðugur og hevur fingið sítt
22 — Fróðskaparrit