Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 323
Nakað um lutir, sum gjørdir eru í Føroyum úr horni
331
2. mynd. 3. mynd.
Hesir spønir vóru bæði nýttir til at súpa allan súpimat og til at
røra í krússum við. Tað vóru gjørdir bæði smáir spønir og stórir,
tespønir og súpispønir. 3. mynd.
Hinum partinum av horninum, tí við minna boganum, ið nýttur
varð til skóhorn, tørvaði ikki nógva viðgerð, uttan harnn skuldi
snøggast, tí hann hevði sín rætta form frammanundan. Skóhornið
skuldi eisini skyggjast líka sum spónurin. Eitt slíkt skóhom var
sjálvandi at finna í hvørjum húsi, tá ið svartaskógvar vóru komnir
í nýtslu.
Drykkjuhorn vóru eisini gjørd úr neytahorni. Tey høvdu ymiskt
snið. Stundum var tað bert eitt horn, sum var skorið tvørturav sum
ein kubbi við hóskandi hædd, og ein træbotnur varð settur undir.
Eisini kundi hornið vera gjørt meiri prýðiligt, har tvey horn vóru
nýtt, so at annað var stættur undir hinum, ið so var nýtt til at
skeinkja uppí. Stættur og steyp vóru hildin saman við einum hólki,
sum var festur í stættin við eini skrúvu; síðan varð steypið smoygt
niður í hólkin, so at alt til samans var í javnvág, hvørt steypið var
tómt ella fult. Sí 4. mynd.
Horn vórðu eisini nýtt sum hólkar um slíðrar. Slíðrarnir vóru
gjørdir úr tveimum holaðum trælutum, og hólkarnir, tveir, tríggir
ella fleiri vórðu settir um slíðrapartarnar til at halda teimum saman,
sum vit síggja á 5. mynd. Hetta vóru bæði sterk og vøkur bond um
slíðrar. Eisini hava neytahorn verið nýtt til hólkar um leypsstuðlar,
so teir skuldu ikki klovna ella slítast upp í nakka. Hetta kundi
vera bæði á ovara enda og niðara, men tó mest á niðara endanum.