Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 326
334
Nakað um lutir, sum gjørdir eru í Føroyum úr horni
7. mynd.
skeltini, sum altíð skulu vera væl pussað, um tey skulu líkjast
nøkrum.Tað tørvar als ikki við hornskeltum, tí tey halda glansin
allar sínar dagar.
Eisini hava nevtahorn verið nýtt til knappar, tí tað hava verið
tíðir, tá ið knappar gjørdir í útlondum fingust ikki til keyps ella
vóru ov dýrir at keypa. Tað hevur tá verið ein góð hjálp at fáa
smíðað sær knappar sjálvur, tá ið tilfarið kortini var fyri hond.
Veðrahorn og veðurlambshorn.
Tá ið eitthvørt skal nýtast til amboð, og tað skal vera sterkt, so
er veðrahorn óføra gott tilfar. Tað hevur verið nýtt bæði til heldir
og rakkar. Tá ið ein skal binda eina byrði, stendur nógv á, meðan
saman verður drigið bæði í langsnarinum og tvørsnarinum. Tá er
heldin úr horni góð at hava. Heldin varð eisini nýtt til rakka; hon
var bundin í ránna á bátssegli og smoygd niður yvir mastrina, so-
leiðis at seglið skuldi ikki fara út frá mastrini, tá ið tað varð heysað
ella lækkað. Varð seglið tikið heilt frá og rullað saman, varð rakkin
loystur frá ránni. Rakkin virkar sum mastrarband á skipssegli.
Heldir verða gjørdar soleiðis: Hornið verður fyrst sagað til, so
tað er toluliga skøffiligt. í tann breiðara endan verður gjørt eitt
avlangt hol, og á hin endan verður gjørdur ein tappur, sum gongur
ígjøgnum holið. Á tappinum er eitt móthak, soleiðis at tappurin
sleppur ikki úr aftur, tá ið hann er fallin í holið. Horn er vanliga
ógvuliga hart og stívt at arbeiða við, men verður tað kókað, er tað
rættiliga lætt at benda, sum ein vil. Tá ið hornið hevur kókað eina
løtu, verður tappurin stungin í holið, so ein ringur er komin burtur-
úr. Heldin verður síðani sett í spenni, so hon verður rund. Soleiðis
skal hon standa, til hon er heilt køld. Tá kann hon takast úr aftur