Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 330
338
Nakað um lutir, sum gjørdir eru í Føroyum úr horni
lambshorni. So mikið var skorið av stiklinum, at eitt hol so vítt
sum gásafjøður var í endanum. I hetta hol varð sett fjøður við rót-
endanum úteftir. Lítið hol varð sett á fjaðrarbotnin, so at barnið
soleiðis fekk sogið mjólk úr koppinum. Klædnaskeyti ella roð varð
vavt um fjøðrina uttan fyri hornið og bundið fast við bandi í eina
skoru í horninum. Hetta var nýtt í staðin fyri fløskuna.
í seinnu tíðum havi eg sæð menn gjørt lampustættar úr horni.
Tá verður hornið sett við opinum uppeftir og bogainum niður.
Lampusporið verður stoytt við gipsi fast niður í opið. Leidningurin
gongur inn gjøgnum botnin á horninum. Her havi eg bara sæð nýtt
veðrahorn.
Tuflur, ið vóru gjørdar við træbotni, hildu ikki langar tíðir, tí
botnurin sleitst skjótt upp. Tað galt tí um at hava okkurt slit-
sterkt undir botninum. Tá hava teir evnað sær hornplátur til at
leggja uppundir. Hesar hornplátur vóru ógvuliga sterkar í sliti, men
eitt ilt var við teimum: tuflurnar vóru ógvuliga hálar at ganga
í í frosti og kava.
Føroyingar hava gjøgnum tíðirnar havt nógv gagn av hornum,
bæði av neytahornum og seyðahornum til ráevni. Seyðahornini
hava tað við sær, at tey kunnu ikki blankast og pussast sum neyta-
hornini, tí tað er ov bleytt tilfar í teimum til tess. Skulu seyðahorn
síggja so væl út sum møguligt, skulu tey vaskast væl við grønsápu
í køldum vatni og síðan blankast við litleysum skókremi. Tað
tykist at vera tað frægasta blankievni til seyðahorn. Tey eru ov
opin til at kunna skyggjast sum neytahorn.
SUMMARY
Cow’s horn and sheep’s horn have been widely used in the Faroe Islands as
a raw material for various tools and objects, such as spoons, combs, buttons,
drinking horns, powder horns, keyhole plates etc. This article deals with the
craftsmanship required for treating the raw material and shaping the various
objects, all of which are mentioned in the article.