Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 331
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
Jóan Pauli Joensen
Evnið, sum verður viðgjørt í hesi grein, er trúgv og siðir í sambandi
við neyt, serliga um tá kúgv var til tarvs, tá hon kálvaði, tá hon fór
út um várið og í sambandi við mjólk og mjólking. Greinin byggir
serliga á tilfar, sum Innsavningarnevnd Fróðskaparsetursins læt savna
í árunum 1967 og 1968,1 men eisini annað tilfar úr søvnum og bók-
mentum verður nýtt.2 Flestar eru heimildirnar stuttar og knappar,
mest at meta sum fólkatrúarfrásagnir, eisini eru einstøk memorat og
onkur søgn í tilfarinum (Honko 1973:56).® Greinin hevur fingið
heitið »trúgv og siðir«; hetta er gjørt, tí ofta er sera torført at meta,
um nøkur beinleiðis trúgv liggur aftan fyri tann tíðum gandakenda
atburðin. í nógvum førum er tað heldur ein illvilji móti at bróta
gamlan sið enn verulig trúgv — tað er soleiðis um tað, sum verður
kallað »normar«.4 Ein polskur fólkalívsfrøðingur sigur, at eitt ser-
merki fyri hugsanina hjá bóndum í tí gamla polska bóndasamfelagn-
um var tann týdningur, sum gandur og gandatrúgv høvdu. Ein sera
stórur partur av tí, sum fólk gjørdu í arbeiði sínum, t.d. tá tey
mjólkaðu, kirnaðu o. s. fr., var bundið at gandakendum virksemi,
sum til endamáls hevði at tryggja eydnuna og halda óeydnuni frá
durunum. 1 gandi hava tíð, staður og umhvørvi nógv at siga eins
og, at tað rætta raðfylgið altíð eigur at verða fylgt. Hetta hevði ikki
bert týdning fyri gandakent virksemi, men kom eisini at verða flutt
yvir á vanligt skilbundið virksemi, og hevði við sær mótstøðu móti
broytingum. Tað var tí sera vandamikið t. d. at taka nýggj amboð í
nýtslu ella broyta gamalt arbeiðslag, tað kundi hava óeydnu og
vanlukkur við sær. (Dobrowolski 1971:289). Henda hugsan hevur
ikki verið óvanlig í tí gamla føroyska bóndasamfelagnum (Brú