Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 342
350
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
onkur sigur, at »hon skuldi mjólkast fyrrapart seinastu ferS. VarS
hon mjólkaS seinnapart, kálvaSi hon á nátt«.90
Tá kúgvin hevSi kálvaS, skuldi hon »ikki mjólkast fyrsta máliS
fyrr enn á háflóS, tá skal hon verSa dugnakúgv« (Dalsgaard 1978:
54).
»Kvíga skuldi mjólkast gjøgnum kvisthol fyrsta málið, hetta skuldi vera móti
gandi. Eg sá, at teir rivu eitt gamalt fjós niður á Norðtoft. Har vóru fleiri fjalir
við kvistholi stungnar inn x veggin har« (Dalsgaard 1978:54).
Eg havi áSur víst á, at tann fyrsta vikan, meSan kúgvin stóS á
oskbási, varS mett sum sera vandamikil fyri kúnna. Eisini oska-
mjólkin hevSi eina megi í sær, sum ikki var uttan vanda. »Ný-
mjólkaS undan kvígu mátti ikki drekkast ta fyrstu vikuna. Mjólkin
kann drekkast fyrr undan gamlari kúgv enn undan kvígu, tí hon er
ikki so sterk sum kvígumjólk«.91 »Tey gomlu søgdu, at drongur, iS
fekk eina skeiS av fyrsta máli undan kvígu, skuldi ikki fáa sjóverk,
sama viS fyrsta eggi, iS høna varp, taS varS etiS í vøttum. TaS var
gott fyri at fáa kalva«.92 1 hesum sambandi kann verSa víst til, at
smádreingir ikki máttu eta kálvahjarta, tí so vórSu teir ræddir, men
um teir ótu taS í vøttum, so skuldi ikki bila.93
Sum áSur nevnt var kúgvin í váSa, meSan hon stóS á oskbási, og
allar broytingar, íhald ella óvanligur atburSur kundu verSa kúnni
til bága. »Tann sum tók kúgv á oskbási, mátti mjólka henni { teir
fyrstu 8 dagarnar« (Weihe 1938:77). Fleiri forboS vóru í sambandi
viS mjólkina, t. d. mátti einki stálkent koma niSur í mjólkina, tí so
sleptist kúgvin (Weihe 1938:78). Heimildir um, at stál ikki mátti
nema mjólk, eru úr fleiri bygdum.94 Um stál nam mjólk, »kom
óeydna á kúnna«,95 ella taS »skuldi minka undan kúnni«.96 »TaS
mátti ikki henda, at stál nam mjólk; men hví vita tey ikki. Julianna
plagdi at hava at Dánjali, um hann ikki ansaSi eftir hesum.«97
Mjólk mátti heldur ikki koma í eimin. TaS eru 8 heimildir um
hetta.98 Um mjólk kom í eimin, skuldi kúgvin sleppast — ella geldast,
sum eisini verSur tikiS til.99 Hendi taS at mjólk fór í eimin, skuldu
tey koyra salt í eldin. »Mjólk mátti ikki koma í eldin, tá skuldi
kúgvin føla smertu. Tá vóru tey gomlu knøpp at koyra salt í eldin,
sum fór at braka: »í eldin, í eldin ...« rópaSu tey.«100 Eitt heimildar-
fólk úr Sandvík minnist ommu sína »gera hetta fleiri ferSir, men