Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 3
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
11
fólki, sum hava verið burturstødd úr Føroyum ella bein=
leiðis eru flutt til Føroya at búgva).
Manicus (1824), sum var lækni í Føroyum frá 1820—28,
sigur, at «tærende Brystsygdomme her ere meget sjeldnere
end i Lande hvor Venæsectionen mere kom af Moden»,
og har hann tosar um krím, sigur hann: «Maaske er det
kun Sjeldenheden af den scrophuløse Cachexie, der gjør,
at det dog ikke ofte kommer til Svindsot». Hann sigur
eisini, at kúlut fólk eru ógvuliga sjáldsom at síggja, og
hava tey tá fingið hetta mein av vanlukku ávum.1) Nøkur
ár seinri skrivar hann í látínsku doktararitgerð síni (Ma=
nicus 1832), at «phthisis genuina» ógvuliga sjáldan, allar*
helst ongatíð, hevur verið funnin í Føroyum. Og millum
tær sjúkur, sum ókendar eru her á landi, telur hann eitla*
sjúku (scrophulosis).
Her er kortini ymist, vit mugu hava í huga, áðrenn vit
leggja minsta dentin á hesar gomlu keldur. Einans ein var
læknin í oyggjunum tá á døgum, og umleið 6000 fólk
spjadd út um alt landið. T. d. kundu ganga upp til 5 ár,
at eingin lækni vitjaði Suðuroynna (Panum 1847 a). Fá
vóru hjálpartól læknans2), og heldur ikki søktu fólk vanliga
lækna fyri hesa sjúku, sum tá og mong ár eftir hetta varð
hildin at vera ættarbregði og tí helst ólekjandi. Ið hvussu
er vóru tuberklarnir ikki meiri sjáldsamir enn so í fyrru
helvt av 19. øld, enn at 10 av teimum 292 sjúklingunum,
sum í 1838—50 vóru til viðgerðar á landssjúkrahúsinum í
1) Ikki er heilt óhugsandi, at Manicus (1824) á bls. 33—34 nemur
við smittuhitan — men sjálvandi er hetta heilt ógjørligt at gera av. —
Eina aðra staðni sigur hann, at pleuritis rheumatica hoyrir uppí tær
vanligu sjúkurnar, men sjálvsagt er eisini nú ógjørligt við vissu at døma
um, hvørjar ákomur hetta heitið kann hava dult tá á døgum.
2) Heimsgitni franski læknin Laennec (1781—1826) hevði júst tá fyri
stuttum funnið upp lurtið (stetoskopið) í 1819, og um somu tíð komu
grundleggjandi ritgerðir hansara um lungnatuberklarnar, phthisis pul-
monum. í Danmark tykist hetta at lurta á fólki ikki at hava verið læru-
grein hjá læknanæmingunum áður enn í 1843 (Gotfredsen 1950, bls. 269).