Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 63
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
71
— og hetta mátti havast væl í huga — meiri forðað varð
fyri smittu, størri vóru líkindini til, at talið á tuberkulin*
positivum í fólkinum fór at minka. Longu Lynge (1935 a, b)
var stórliga farin at ivast í, at bardagin móti tuberklum,
so sum hann varð førdur og so líðandi harðnaði við meiri
víðgongdum kanningum av fólkinum, fór at føra á mál.
Kanningar hansara og eisini Rasmussens (1931 a, b) vístu
skilliga, sum væntandi var, at talið á tuberkulinípositivum
var nær samantengt við tær smittuvánir, sum vóru og árini
undan eini kanning høvdu verið í eini bygd. Teir funnu,
at av 20*ára gomlum í Føroyum vóru í meðal bert umleið
25% tuberkulimpositiv (samanber omanfyri, at av øllum kann=
aðum fiskimonnum í 1939—40 vóru bert 53 % positivir).
Hesi ungu fóru nú út í lívið, ógvuliga illa vard móti tu=
berklum og uttan ta vernd, sum hin tuberkulinípositivi
vísir seg at hava, tá hann aftur kemur fyri smittu — nakað
sum einans fá av okkum sleppa undan, meðan lívið fer.
Tann naggatódn tóktist tí at vera komin í, at meiri, ið
gjørt var til at forða fyri smittu, verri vildi hetta einaferð
koma okkum aftur um brekku, tá ein fjøld av fólki vóru
vorðin tuberkulin=negativ. Lynge (1935 a) setur tí longu
í 1933 fram til umhugsingar, um ikki Calmette=kopping av
øllum tuberkulin=negativum man vera einasta gongda leiðin
fram, skulu vónir vera um til fullnaðar at rudda út tu=
berklasjúkuna í Føroyum.
Ymist gjørdi, at hetta tiltak varð ikki beinan vegin framt.
Koppingin fekk sum so mangt annað, ið nýtt er, aðrastaðni
í heiminum hart mótrák tey fyrstu árini. So kom heims«
bardagin annar, men beinanvegin hesin varð hasaður av,
og regluligar skipasamgongur, so tuberkulin og koppingar=<
evnið kundi fáast til dagsettar tíðir, komu í lag, fekk tu*
berklalæknin samtalu við løgtingið um at bera útreiðslurnar,
ið av slíkari kopping kundu koma at standa, og h. 9. apríl
1946 fór hann so undir at Calmette=koppa øll tuberkulin*
negativ, sum hildu seg til.
Hetta var eitt ovurhonds stórt arbeiði, sum nú varð