Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 27
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
35
Taka vit saman um tað, sum her er sagt, noyðast vit
at viðganga, at tølini fyri tey av tuberklum í 1899—1920
deyðu eru ótrygg, at Rasmussen (1931a) í Eiðis læknadømi
fann, at JJ°/o máttu leggjast aftrat teimum kunngjørdu tøU
unum, og at tað er líkt til, at somu brek eru við tølunum
fyri restina av Føroyum fyri sama tíðarskeið. Ikki er gjørligt
at meta um, hvørji ár brekini kanska hava verið størst, ella
um tey eru umleið tey somu alt hetta tíðarskeið. Tað kann
tykjast løgið, at tølini í tíðarskeiðinum 1879—98 vóru væl
betri á leið, so einans var neyðugt at leggja umleið 10°/o
útfyri í hesum tíðarskeiði — vit kundu hugsað okkum, at
atvoldin til henda mikla mun var tann, at verri var at vísa
á brekini, eldri tað kannaða tilfarið var (ringari at minnast
hjá næstingum, fleiri, sum kundu geva upplýsingar, longu
deyð), men so man kortini ikki vera. Rannsóknir Boeg's
(1902) tala móti slíkari áskoðan. Heldur hugsi eg mær til,
at meiri skil hevur verið á fráboðanunum um tuberkla*
deyðan tá. Boeg, sum í síðsta umfari kom at vera hann,
ið handfór deyðaváttanirnar ein part av hesum fyrsta tíðar*
skeiði, hevði jú almiklan áhuga fyri at fáa púra bein tøl
til ritgerð sína og ávirkan hansara man ikki hava havt heilt
einki at týða fyri hinar læknarnar, nú teir vitstu, at hann
sjálvur gjølla fylgdi við.1)
Higartil hevur tað eydnast okkum so toluliga at meta
um, hvussu trygg ella ótrygg tølini fyri tuberkladeyðan eru,
men aftaná 1920 eiga vit ongar særrannsóknir at miða okk<
um eftir — vit mega snúgva okkum aðrar staðir, vilja vit
vita, hvussu til stendur.
Aðalatvoldin til brekini í deyðatalinum minnast vit stav=
aði frá líkskoðaraváttanunum og tá serliga frá øllum teims
um váttanunum, har deyðaatvoldin av eini ella aðrari atvold
1) Tað er annað, sum ber at tí borði, at deyðaváttanirnar í tíðar-
skeiðinum 1911—20 ið hvussu er eru skeivari enn ynskjandi var. Dr_
Rasmussen (1953) hevur m. a. eisini kannað upplýsingar teirra viðvíkj-
andi illvøxtri. Hann fann her bert umleið ein triðing aftur av teimum,
hann hevði væntað.