Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 43
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
51
kortini, tí hon kann, verður hon á leið, siga okkum nógv
um sjúkdómsskurðin í tjóðini tá á døgum.
Triðja treytin, vit seta fram, er tann, at tá á døgum
doyðu uttan viðgerð eins stórur partur av teimum tuberkla*
sjúku og nú, og at tey doyðu eins skjótt og nú, aftaná at
tey høvdu fingið sjúkuna. Er henda treyt so toluliga bein,
má tað vera á leið at halda, at lutfallið millum tey, sum
í einum 5»ára bólki eru vorðin sjúk, og tey, sum í næsta
5*ára bólki eru deyð av sjúkuni, hevur verið nakað tað
sama eitt langt tíðarskeið, er ikki okkurt avgerandi hent,
sum stórvegis hevur broytt útlitið hjá teimum sjúku til at
fáa heilsuna aftur, t. d. munandi betri viðgerðarhættir. Tey
seinastu 30 árini verða lutføllini hesi:
1926—30 er talið á sjúkum valla beint, men ov lágt,
1931—35 man tað, so løgið hetta kann ljóða, vera ov høgt.
Hetta kemst av tí, at í 1928 kom tuberklastøðin, og tann
skrásetingin av tuberklunum um alt landið, sum hon fór
undir, ger, at talið tey fyrstu árini í 30*unum er hægri enn
tað eigur at vera, við tað at tuberklasjúk, sum árini framman
undan av røttum áttu at hava verið fráboðað, ikki koma
í ljósmála fyrrenn nú. Lutfallið sæst annars skilliga at minka
frá 1951—55 til 1941—45, frá 7,3 til 3,8. Og ógvuliga líkt
er til, at tað hevur verið heldur lægri bæði fyri 1936—40
og fyri 1931—35, hóast vit hava starvan tuberklastaðarinnar
í huga. Annars er einki løgið í tí ógvisliga fallinum, sum
lutfallið sýnir frá 1955 til 1946. í 1939 kom lógin um
tvungna rannsókn av øllum fiskimonnum, og orsakað av
henni hava tí nógvir sjúklingar (sí seinri) í góðari tíð verið
tiknir inn til viðgerðar. Men serliga er umframt støðugt