Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 141
Føroyski leypurin
149
maðurin uppat at bera eitt skifti, hvørva hesi merki ofta,
sum frá líður. — Summir vóru so hársárir, at teir toldu
ikki fetil, tað var, sum ein varð royttur (He.). — Annað
er, at maður undir leypi, sum í einum hvørjum arbeiði,
kann ovtaka seg, ella vera fyri óhappi, snáva á, stíga óvæntað,
ella fóturin kann glíða undan honum í hálku. Tá kann
hann fáa mein, tí tað stendur nógv á manni undir fullum
leypi. «Tí varð eisini lagt ungum fólki eina við, at eingin
mátti órógva ella skúgva undir mann undir leypi, og enn
minni tyngja niður á leypin aftan ífrá. Høvdið kundi fara
av knóranum, varð sagt» (KI.). — Hevði maður borið nógv,
kundi taka av á rygginum ella lendunum, men so nýttu
teir lendabelti, sum er eitt hosuleggald stappað við hoyggj
ella ull og við bandi í hvørjum endanum bundið um miðj^
una. Hetta var, umframt lendabelti kallað við ymsum øðrum
nøvnum í ymsum bygdum: leggald, leypaleggald, lenda=
fetil og pylsa. Hetta varð bert brúkt, tá ið borið varð
nógv dag um dag, t. d. tøð, torv tara o. a.
Menn vórðu ikki bognir av at bera leyp; summir vilja
halda, at hetta heldur hevur rætt ryggin. Men her kunnu
eisini nevnast dømi um, at maður, ið hevur lagt ovnógv
fyri seg sum ungur, er bognaður í rygginum. — «... Mað»
urin gjørdist bogin, og hann segði, at tað kom av bering.
Pápin doyði, tá ið hann var ungur, og hann gjørdi sær
stóran leyp at bera í. Hann gjørdist tí so kúlutur, at hann
fekk ikki borið leyp meir. Hann gjørdi sær so trillubøru
og koyrdi torvið eftir Landavegnum til hús» (T.).
Maður í Dali, sum hevði veikt høvd, og tí ikki toldi at
bera undir fetli, gjørdi sær serligan leyp (mynd 5 a). Hann
festi tvey trø í fetlasíðuna á leypinum, sum myndin sýnir,
og hevði so hesi trøini á økslunum, tá ið hann bar leypin
og helt hvørja hondina í sítt træið. Hetta var góð byrði,
lá væl á bakinum, men tað tvørlig, at maðurin fekk ikki
stoytt, mátti altíð seta frá sær fyrst. Hann kallaði tað at
bera við [háró]. — Tað hendi seg, at hetta varð nýtt (Skú.).