Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 10
18
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
fest h. 31. oktober 1878, til landkirurgin og distriktslækn*
arnar í Føroyum vórðu hesi viðurskifti løgd í rættlag við
gildi frá 1. januar 1879, og frá hesum degi hava vit tí
deyðaváttanir, har deyðaatvoldin er skrivað (ella átti at
vera skrivað) á av honum ella av teimum, sum líkið hava
skoðað. Hesar deyðaváttanir verða so av kirkjuverjum
handaðar prestunum, sum so aftur senda tær til embætiss
læknan í fylkinum, og eigur hesin seinasti tá, meðan hann
handfer hetta tilfarið, á allar líkskoðaraváttaninar at skriva
tær røttu deyðaatvoldirnar, tí líkskoðararnir sjálvir kunnu
ikki altíð vera førir fyri hesum. Skal embætislæknin kunna
gera hetta, er sjálvandi neyðugt, at hann kennir hin deyða
og veit, hvør sjúka ella annað mein var honum at bana.
Annars noyðist hann at fregnast eftir hesi atvold. Men tað
tykist, sum vit skulu fáa at síggja, at hava gingist heldur
striltið at fáa tær beinu deyðaatvoldirnar festar á deyða*
váttanina, og eru atvoldirnar til hetta, sum seinri frá skal
verða sagt, fleiri.
2. FráboSan um tuberklasjúk.
Umframt deyðaváttaninar hevur verið roynt at fáa upp»
lýsingar til vegar um tey tuberklasjúku, sum vóru á lívi,
so gjøllari kanningar kundu fara fram. Tøl hesum viðvíkj*
andi eiga vit ikki fyrr enn í 1899.
Lóg nr. 54 av 26. marts 1898, sum er eitt uppískoyti til
lóg nr. 78 av 30. marts 1895 viðvíkjandi atgerðum móti
smittsomum sjúkum, sigur, at andlát av lungnatuberklum
skulu verða fráboðað embætislæknanum av lækna ella lík=
skoðarum, hevur ikki embætislæknin sjálvur havt tann deyða
undir hond. Og samstundis fáa læknar skyldu at boða
embætislæknanum frá øllum tilburðum av lungnatuberklum,
teir fáa til viðgerðar. í skrivi frá løgmálaráðnum til heilsu*
stjórnina, dagfest h. 7. september 1898, verður henda skipan
sett í verk, og skal embætislæknin senda hesar fráboðanir
til heilsustjórnina (táverandi sundhedskollegium). — Elsta